List í almenna rúminum á Vágskálini

List í almenna rúminum á Vágskálini
Kjakið um standmyndir av kvinnum, ið kyknaði eftir at listaverkið uttanfyri nýggju við Tjarnir varð avdúkað, verður evnið á Vágskálini í útvarpinum í morgin klokkan 17
Kinna Poulsen, Annita á Fríðriksmørk og Elisa Vang sessast í útvarpsstovuni at kjakast um list í almenna rúminum - serliga standmyndir av kvinnum, eitt nú naknu kvinnuna uttanfyri stórhøllina við Tjarnir. 
Mynd: Eftirgjørd mynd  
 
25.02.2025 - 15:07

Á Vágskálini í morgin kl. 17.00 verður list í almenna rúminum løgd undir luppin, serliga standmyndir av kvinnum.

Høvið at taka evnið upp er standmyndin av naknari kvinnu uttan fyri stórhøllina við Tjarnir.

Kinna Poulsen, Annita á Fríðriksmørk og Elisa Vang sessast í útvarpsstovuni at kjakast um evnið. 

 

Hví gongur hon ikki í klæðum?

Tað var Elisa Vang, kjakari, ið av álvara festi í kjakið, tá hon í einari Facebook-dagføring undraðist yvir listaverkið hjá Hans Paula Olsen av einari naknari kvinnu uttanfyri nýggju stórhøllina við Tjarnir. 

Hvør var hendan kvinnan? Hvønn leiklut hevur hon í mentanarsøgu landsins? Hvørja ítróttargrein umboðaði hon? Og hví gekk hon ikki í klæðum?

Nógv vóru samd við Elisu Vang, at myndaevnið var eitt sindur undarligt til júst hasa staðsetingina uttan fyri nýggju stórhøllina við Tjarnir, ið skal brúkast til ítrótt, konsertir og ráðstevnur. 

Onkur spurdi, um standmyndin ikki bara var eitt avrit einari aðrari standmynd hjá Hans Paula Olsen, sum er í Plantasjuni í Havn?

Meðan onkur annar spurdi, um tíðin ikki er farin frá hasum slagnum av standmyndum? Kanska høllin flytir okkum fram í tíð, men tað ger henda standmyndin ikki, staðfesti onkur. 

Kjakið var eisini tikið upp í Degi og viku. Sí innslag her:

Standmynd_vid_Tjarnir

 

Vakrar kvinnur eru ein avbjóðing

Anita á Fríðriksmørk, fólkaskúlalærari og fyrrverandi løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, var ósamd.  

Trupulleikin við standmyndini við Tjarnir er kanska, at kvinnan er vøkur, staðfesti Anita á Fríðriksmørk í einari Facebook-dagføring.

"At síggja til bara ein, sum er væl úr bergi brotin. Tað fær onkran at halda, at hon symboliserar krøv til kvinnukroppin. Betur var kanska, um hon var eitt sindur kálvaknýggja, reyvasíð og við hangandi boppum. Nei, ikki veit eg. Men naknir kvinnukroppar nýtast ikki at verða sexobjekt ella sexistiskir. Heldur ikki um teir eru vakrir."

 

Í Vágskálini í morgin hittast so Anita á Fríðriksmør og Elisa Vang, saman við Kinnu Poulsen, til at kjakast um list í almenna rúminum - serliga standmyndir av kvinnum.

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983