Mentanargrunnurin letur 44 starvslønir

Mentanargrunnurin letur 44 starvslønir
Tróndur Bogason Hansen, tónaskald, fær starvsløn í 12 mánaðir, og Kim Simonsen, rithøvundur, fær starvsløn í seks mánaðir
Tróndur Bogason Hansen, tónaskald, hevur fingið starvsløn í 12 mánaðir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.02.2025 - 13:10

Mentanargrunnur Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn til 44 umsøkjarar til listaligt og mentanarligt arbeiði.

Tróndur Bogason Hansen, tónaskald, fær starvsløn í 12 mánaðir, og Kim Simonsen, rithøvundur, fær starvsløn í seks mánaðir.

 

Kim Simonsen, rithøvundur.

 

Anna Katrin Ø. Egilstrøð fær starvsløn í fimm mánaðir, og Olaf Johannessen fær starvsløn í fýra mánaðir.

40 fólk fáa starvsløn í antin tríggjar, tveir ella ein mánað.

Hesi fáa starvsløn:

94 umsóknir

Grunnurin fekk tilsamans 94 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar 32 milliónir krónur. 44 av umsóknunum vórðu játtaðar, og latnar vórðu mánaðarlønir fyri tilsamans 4,1 mió. krónur.

Og Mentanargrunnurin hevur eisini latið íverksetanarstudning fyri tilsamans 300.000 krónur til fýra listafólk.

Tey eru Beinir Bergsson í bókmentum, Mariann Hansen í leiklist, Alda Mohr Eyðunsdóttir í myndlist, og Simona Eivinnsdóttir í tónlist.

Tilsamans 19 umsóknir vóru um íverksetanarstudning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040