Livebloggur: Zelenskyj komin til Downing Street

Livebloggur: Zelenskyj komin til Downing Street
Fundurin við bretska forsætisráðharran er framskundaður
 
01.03.2025 - 14:07

Volodymyr Zelenskyj og Keir Starmer, bretskur forsætisráðharri hittast í Downing Street seinnapartin í dag, eftir nógv umtalaða fundin í Washington í gjár. 

Fyri løtu síðan lendi ukrainski forsetin í Stórabretlandi. Fundurin, sum ikki skuldi vera fyrenn í morgin er framskundaður ein dag.

Ætlanin var, at Zelenskyj og Starmer skuldu fundast í morgin. 

 

__________________________________________________

Í løtuni standa miðlafólk og onnur uttan fyri dyrnar til Downing Street 10, og bíða eftir ukrainska forsetanum. 

 

Sambært talsfólki hjá Downing Street hevur Starmer enn ikki viðmerkt fundin millum Zelenskyj, Donald Trump, forseta og J.D. Vance varðaforseta í gjár. 

Tó hevur Starmer tosað í telefon við bæði Trump og Zelenskyj, eftir fundin. Tað skrivar bretska kringvarpið.

Í morgin hittast evropeisku stjórnarleiðararnir eftir avtalu at viðgerða ein enda á krígnum millum Ukraina og Russland.

 

______________________________

Fyri lítlari løtu síðani kom ukrainski forsetin til Downing Street. Bretski forsætisráðharrin tók í móti honum uttan fyri dyrnar. Teir stóðu uttanfyri eina lítla løtu so myndafólkini 

kundu taka myndir. Hóast journalistarnir spurdu Zelenskyj um hann hevði nøkur boð til Donald Trump fingu teir onki svar á hesum sinni. 

 

________________________________

Keir Starmer byrjaði við at bjóða ukrainska forsetanum hjartaliga vælkomnan í Downing Street.

 

-Eg vóni, at tú sá og hoyrdi øll fólkini, sum hava bíða eftir tær her so tey kundu vísa tær og Ukraina sín stuðul.

Vit eru við tykkara lið so leingi, sum tað er neyðugt. Eins og tú, ynskja vit varandi frið til Ukraina. Frið sum er grundaður á sjávræði og trygd.

 

Volodymyr Zelenskyj byrjaði við at takka bretska forsætisráðharranum fyri vitjanina.

-Ja eg sá fólkini og eg takki tykkum øllum fyri tykkara stuðul. Segði hann áðrenn teir báðir fóru víðari.

 

 

__________________________________________________

 

Zelenskyj skal vitja Charles kong

Fyrr í dag segði Sergiy Nykyforov, talsmaður hjá Zelenskyj, at ukrainski forsetin skal vitja Charles kong, sunnudagin.

Tað skrivaði AFP. Og áðrenn Zelenskyj og Starmer fóru á fund váttaði Zelenskyj hetta tá hann segði við Starmer, at hann gleddi seg til at hitta kong og takkaði fyri høvið.

 

Greinin verður dagførd...

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118