Undrast á raðfestingar hjá ákæruvaldinum

Undrast á raðfestingar hjá ákæruvaldinum
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni
Tað er eisini sera óheppið, at løgreglan og ákæruvaldið brúka langa tíð at avgreiða ávís mál, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.
 
03.03.2025 - 10:55

Landsstýrismaðurin í lógarmálum undrast á summar raðfestingar hjá ákæruvaldinum í Føroyum.

Tað er eisini sera óheppið, at løgreglan og ákæruvaldið brúka langa tíð at avgreiða ávís mál.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni.

Les svarið her.

Hann spurdi, hvussu danskir myndugleikar loysa sínar uppgávur í Føroyum, og hvørja kunning, landsstýrismaðurin fær um virksemið og støðið hjá donsku myndugleikunum her.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at Løgmálaráðið fær javnan kunning um virksemið hjá løgregluni og ákæruvaldinum.

 

Bjarni Kárason Petersen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nógvir fundir

Hann hevur fýra fundir um árið við fútan. 

Embætisfólk í Løgmálaráðnum hava regluligar fundir við embætisfólk í danska løgmálaráðnum.

Løgmálaráðið hevur fýra støðufundir um árið við Justitsministeriet, har millum annað aktuell mál og mál á ikki yvirtiknum økjum vera umrødd. 

Løgmálaráðið er eisini í Politiøkisráðnum, sum hevur fýra fundir um árið.

Hetta landsstýrið hevur onga ætlan um at yvirtaka løgreglu og dómsvald, sigur landsstýrismaðurin.

Kunningin, sum landsstýrið fær frá ríkismyndugleikunum, er batnað nógv seinastu  árini, sigur hann.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232