Endurskoða lógina um løgtingsgrannskoðararnar

Endurskoða lógina um løgtingsgrannskoðararnar
Fundir hjá øðrum nevndum koma altíð fram um fundirnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, men hetta verður nú broytt
Jóhannis Joensen er formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2025 - 10:46

Lógin um løgtingsgrannskoðararnar og landsgrannskoðaran verður nú endurskoðað.

Úrslitið kemur í heyst, sigur Jóhannis Joensen, formaður hjá løgtingsgrannskoðarum.

Lógin er frá 1999. Onkrar broytingar eru gjørdar í 2015 og 2022.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Noyðast at víkja fyri øðrum nevndum

Jóhannis Joensen sigur, at tað er sera umráðandi, at eftirlitsskipanirnar hjá løgtinginum virka væl.

Higartil hevur tað verið so, at løgtingsgrannskoðarnir noyðast at vikja fyri øðrum tingnevndum, tí løgtingsgrannskoðararnir eru eisini í øðrum løgtingsnevndum.

Og fundirnir hjá teimum nevndunum koma altíð fram um fundirnar hjá løgtingsgrannskoðanum, sigur Jóhannis Joensen.

Nú vera løgtingsgrannskoðarnir javnsettir við aðrar nevndir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329