Tjóðveldi: Málið er óbroytt

Tjóðveldi: Málið er óbroytt
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, segði við útvarpið í kvøld, at tað framvegis er ætlanin at finna eitt nýtt landsstýrisfólk áðrenn hendan arbeiðsvikan er liðug
Tað tekur sína tíð at finna eitt nýtt landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2025 - 21:29

Fyri einari góðari viku síðan legði Dennis Holm frá sær sum landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum, eftir at Landsstýrismálanevndin var komin til ta niðurstøðu, at hann ikki hevði hildið seg innanfyri karmarnar, tá hann broytti kunngerðina um svartkjaftabýtið. 

Tað gjørdist greitt beinanvegin, at Tjóðveldi, sum umsitur fiskivinnu- og samferðslumál, skal velja nýtt landsstýrisfólk fyri Dennis Holm, men nú ein góð vika er farin, er enn einki hent. 

Men tað verður - helst - í hesi vikuni, segði Sirið Stenberg, tá útvarpið tosaði við hana seint seinnapartin í dag. 

Sirið Stenberg vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið, men hon segði tó, at tað verður arbeitt við málinum, sum tó tekur sína tíð, tí tað skal ígjøgnum so nógvar hendur í flokkinum. 

Tað er heldur ikki greitt, um tað er ein av tingmanningini, sum skal í landsstýrið ella um tað skal koma uttanífrá. Har er alt púra opið, segði forkvinnan við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.


Hoyr innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld

1730538

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221