Tóm hús vera góð inntøka hjá kommunum

Tóm hús vera góð inntøka hjá kommunum
Kommunurnar høvdu fingið slakar 20,8 milliónir krónur í ár fyri tey 2.574 tómu húsini í landinum
Í Klaksvík vóru 255 tóm býli í 2022.
 
06.03.2025 - 07:00

Kommunurnar høvdu fingið slakar 20,8 milliónir krónur í ár fyri tey 2.574 tómu húsini í landinum.

Tá er roknað við einum mánaðargjaldi, sum er 673 krónur.

Tað er gjaldið, sum er fyri 2025 í lógaruppskotinum um tænastugjald fyri tóm býli.

Lógin skal tó ikki koma í gildi fyrr enn 1. januar 2026.

Umhvørvisstovan hevur gjørt útrokningina.  

Yvirlitið um tóm býli er frá 2022.

Tórshavnar kommuna hevði fingið mest, góðar 3,8 mió. kr., fyri 477 tóm hús.  

Kunoyar kommuna hevði fingið 97.000 kr. fyri 12 tóm hús.  

Sí yvirlit hjá Umnhvørvisstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290