Fleiri Hamas-leiðarar deyðir í Gasa

Fleiri Hamas-leiðarar deyðir í Gasa
Ísraelska álopið hevur kravt fleiri enn 400 mannalív, sigur Hamas
Fleiri enn 400 fólk eru deyð í ísraelska álopinum, og fleiri enn 600 eru særd, sigur Hamas.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.03.2025 - 11:45

Leiðarin í Hamas-stjórnini í Gasa, Essam al-Dalis, er ein av fleiri Hamas-leiðarum, sum lótu lív í ísraelsku álopunum í nátt, upplýsir Hamas.

Hamas, sum er á yvirgangslistanum hjá ES og USA, hevur almannakunngjørt ein lista við nøvnum, har leiðarin fyri innanríkisráðið, Mahmud Abu Watfa, og stjórin fyri innanhýsis trygdarstovuna hjá Hamas, Bahjat Abu Sultan, eru millum teirra, sum hava latið lív

Tað skrivar NTB.

Ísraelsku álopini hava kravt í minsta lagi 404 palestinsk mannalív, siga heilsumyndugleikarnir í Gasa, har Hamas hevur valdið, og fleiri enn 600 eru særd.

Álopið í nátt er tað ógvisligasta, síðani fyrsti partur av vápnahvíldini byrjaði.

Sambært skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, bumbar ísrael mál í Gasa, tí Hamas noktar at lata fangar leysar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542