Royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi

Royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi
Vertíðin er ikki rættiliga byrjað, og enn hevur fiskiskapurin verið smáligur
Christian í Grótinum er komin í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft, men enn er fiskiskapurin smáligur.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
19.03.2025 - 13:18

Nøkur av føroysku uppsjóvarskipunum eru farin at royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, men enn er lítið at fáa.

Vertíðin er ikki rættiliga byrjað enn. Fyrsti svartkjaftatúrurin hjá Christiani í Grótinum í fjør í føroyskum sjógvi byrjaði 5. apríl.

 

Bogi Rasmussen.

 

Christian í Grótinum hevur gjørt tríggjar túrar eftir svartkjafti vestan fyri Írland, og har var fiskiskapurin góður.

Nú gongur svarkjafturin norðureftir. 

Hoyr samrøðu, sum var gjørd við Boga Rasmussen, skipara, í gjárkvøldið:

 

19032025_Bogi_Rasmussen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961