Tveir minuttir í dreymalandi

Tveir minuttir í dreymalandi
Tá Gunnar Vatnhamar javnaði við sjey minuttum eftir av vanligu leiktíðini, sóu nógv javnleik ímóti Kekkia fyri sær, men Føroyar fingu bert tveir minuttir í dreymalandi
Gleðin var stór, tá Gunnar Vatnhamar javnaði stutt fyri leiklok, men dysturin endaði kortini við vónbroti
 
22.03.2025 - 22:13

Tveir minuttir í dreymalandi.

Tað fingu føroyingarnir í fyrsta HM-undankappingardystinum ímóti Kekkia leygarkvøldið.

Sjey minuttir vóru eftir, tá innskifti Adrian Justinussen skeyt horna úr høgru. Inni í málteiginum leyp Gunnar Vatnhamar hægri enn kekkiski liðskiparin Tomáš Souček og skallaði bóltin í netið til 1-1.

 - Hann bombar hann inn fyri, og eg skal bara seta pannuna á. Kenslan var sjálvandi fantastisk í løtuni, men tað er bara ræðuliga keðiligt beint nú, segði málskjúttin.

Frøin var sjálvsagt stór, tí nú hómaðist javnleikurin ímóti kekkum, sum í níggju dystum høvdu vunnið samanlagt 23-0 ímóti Føroyum. So skuldi kortini ikki vera.

Bert tveir minuttir seinni spældu kekkar seg fram í vinstru síðu, og tá bólturin kom hart innfyri, var Patrik Schick eins klárur og hann var fyri steðgin, tá hann legði Kekkia framum fyrru ferð.

 

Gott liðavrik

Føroyingarnir máttu tískil taka til takkar við teprum tapi, men avrikið var gott, hóast eydnan eisini var við viðhvørt.

 - Sjálvandi kann mann brúka tað til okkurt, segði Eyðun Klakstein beint eftir dystin. 

 - Vit spæla ein fínan dyst ímóti Kekkia. Vit koma afturíaftur, skora mál og eru líka við. Eg hevði sjálvandi heldur vilja fingið javnleikin, men soleiðis endaði tað nú einaferð, og í minsta lagi kunnu vit siga, at vit fingu tað fyrsta málið ímóti Kekkia.

Føroyar hava nú spælt tríggjar ferðir við Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen á odda. Fyrsti dysturin endaði við sigri á Albania, og hinir báðir við eittmáls-tapum ímóti Norðurmakedónia og Kekkia.

Týskvøldið tekur Montenegro ímóti, og við farnu avrikunum í huga, kunnu føroysk fótbóltsviðhaldsfólk loyva sær at vóna og trúgva upp á stig.

 

Malsovicka Arena, Hradec Kralove (HM-undankapping, 1. umfar)

Kekkia - Føroyar, 2-1 (1-0)

1-0 Patrik Schick, 25 min.
1-1 Gunnar Vatnhamar, 83. min.
2-1 Patrik Schick, 85 min.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098