Vit gita: Fýra broytingar á liðnum

Vit gita: Fýra broytingar á liðnum
Tað gekk ikki væl at gita liðið seinast, men vit royna eina ferð afturat. Vit gita, at Eyðun Klakstein ger fýra broytingar
Hetta er liðið, sum byrjaði móti Kekkia 22. mars 2025
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
24.03.2025 - 23:44

Føroyar taptu leygarkvøldið 2-1 móti Kekkia í HM 2026 undankappingini.

Týskvøldið spælir føroyska liðið annan dystin í bólkaspælinum. Hann er á útivølli móti Montenegro.

Tað gekk illa at gita liðið seinast, og tað er ikki vist, at tað gongur betri hesa ferð.

Tað eru fleiri spælarar um boðið og venjaratoymið heldur kortunum tætt at kroppinum, men tað eru ábendingar um upp til fýra broytingar á liðnum.

 

Hallur og Árni uttanfyri

Tað er ókeypis at gita fyrstu broytingina.

Jann Benjaminsen bleiv skaddur í dystinum móti Kekkia, tí hann beklaði illa. Hóast hann enn er við á ferðini og fær runnið, so hevur landsliðsvenjarin úttikið Martin Agnarsson í staðin. 

Á miðjuni ljóðar, at René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen fáa kjansin frá byrjan.

Eyðun Klakstein hevur boðað frá, at hann ikki er bangin fyri brúka fleiri spælarar í hópinum. Vit gita, at Hallur Hansson og Árni Federiksberg verða teir, sum detta uttanfyri.

 

Ikki spælt seg av liðnum

Hallur Hansson er fyri kortum komin fyri seg eftir drúgvan skaða, og hevur eitt knæð, ið hann skal ansa eftir. Árni Frederiksberg er við fyri fyrstu ferð í fimm ár og spældi frá byrjan í Kekkia. 

Tað er ikki tí, at Árni ella Hallur hava spælt seg av liðnum, men meira tí tað sita góðir spælarar á bonkinum.

Um Meinhard E. Olsen ella Adrian Justinussen koma inn, so er sannlíkt at Hanus Sørensen verður fluttur úr vinstru til høgru á miðvøllinum.

 

Spurningurin um áleypara og málverja?

Stóru spurningarnir eru í báðum brotsteigunum. Halda Bárður á Reynatrøð og Petur Knudsen fast í plássunum?

Tað er ikki vanligt at skifta málmann, uttan at tað er alneyðugt, men okkurt bendir á, at Mattias H. Lamhauge fær kjansin í morgin. 

Hetta er annars nakað, sum vit kunnu vænta at Montenegro fer at gera í morgin. Her í Podgoricia skriva miðlar, at landsliðsvenjarin, navnframi Robert Prosinečki, ætlar at gera júst tað.

Tá er meira vanligt, at venjarar skifta út á fremstu rekkju, men Petur Knudsen sær út til at halda fast í tí.

Við nøkrum ábendingum fara vit at gita liðið. Størstu ivamálini eru málverjin, vinstri vongur og áleyparin.

 

Vit gita: (Føroyar 5-4-1)

Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Emundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Brandur Hendriksson, Réne Shaki Joensen, Meinhard E. Olsen – Petur Knudsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107