Eru sum heild væl før fyri at handfara vanlukkur

Eru sum heild væl før fyri at handfara vanlukkur
Bjarni Kárason Petersen. landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um tilbúgving
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.
 
27.03.2025 - 10:36

Sum heild eru Føroyar rímiliga væl førar fyri at handfara flest allar vanlukkur. 

Men spurningurin er, um vit megna heilt stórar vanlukkur, til dømis við stórum ferðamannaskipum. 

Bjarni Kárason Petersen. landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um tilbúgving.

 

Jóhannis Joensen. 

 

44 leitingar og bjargingar

Í fjør vóru sambært Vørn 44 leitingar og bjargingar, sonevndir SAR-tilburðir, og 39 í 2023.

Føroyar hava avtalur við grannalondini um hjálp til dømis í sambandi við stór bjargingarátøk á sjónum, sigur landsstýrismaðurin.

Ítøkiliga hendir nógv í tilbúgvingini á landi, sigur hann.

Oljutangarnir til bjargingartyrlurnar vera eftir ætlan útbygdir, so vit kunnu handfara stórar vanlukkur á sjónum. 

 

Váðameting

Bjarni Kárason Petersen sigur, at hann hevur biðið um eina váðameting.

Eisini verður arbeitt við einari nýggjari kreppustýringarætlan, sum skal siga, hvussu fólk og myndugleikar á operativum, taktiskum og politiskum stigi skulu samstarva, tá stórir tilburðir gera hetta neyðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846