Kvinnan eigur avgerðina til 12. viku, sigur Framsókn

Kvinnan eigur avgerðina til 12. viku, sigur Framsókn
Floksnevndin í Framsókn hevur orðað ein nýggjan fosturtøkupolitikk, men tað er so sum so við undirtøkuni frá tingmanningini
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, avmyndað í løgtinginum, tá fosturtøkulógin var til viðgerar í fjør. Hóast meirilutin av tingfólkum floksins atkvøddu ímóti, hevur flokkurin nú samtykt nýggjan fosturtøkupolitikk, sum sigur, at kvinnan ræður til 12. viku
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2025 - 20:40

Tá uppskotið um at broyta fosturtøkulógina varð fyri á Føroya Løgtingi á vári í fjør gjørdist greitt, at samgongan ikki øll sum hon var tók undir við uppskotinum. 

Serliga var tað Framsókn, sum hevði ilt við at vísa, hvørjum beini flokkurin stóð á, tí tað var Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, ið legði uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fyri tingið. Men tá atkvøðast skuldi tók bara eitt av umboðum floksins undir við uppskotinum og tvey ímóti. Karlot Hergeirsson atkvøddi fyri men Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsøe atkvøddu ímóti.

Nú hevur floksnevndin hjá Framsókn tó skipað so fyri, at flokkurin hevur fingið ein nýggjan politikk í fosturtøkumálinum, sum sigur, at fram til 12. viku er tað kvinnan, sum eigur endaligu avgerðina um fosturtøku.

Tað er tó meira ivasamt, um tað broytir stórvegis, tí tað er ikki líkt til, at hvørki Hanna Jensen ella Sólvit E. Nolsøe høvdu tikið undir við uppskotinum, um tað kom aftur á tingborð í dag.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sigur við Kringvarpið, at hon ikki væntar, at uppskotið verður lagt fyri tingið aftur í hesum setuni og helst heldur ikki í hesari setuni. Tí kemur tað nokk ikki at hava so stóran týdning, men tað kann hava ávirkan á, hvat hendir á valinum, um flokkurin ikki dregur eina línu í hesum málinum.

 

Hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða:

1736195

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018