- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðumeting av landskappingini: Ársins lið higartil

Ein triðingur er farin av landskappingini við monnum,og Kringvarpið hevur gjørt eina støðumeting. Fýra fótbóltsáhugaðir føroyingar hava fingið fimm spurningar í part. Teir eru Agnar Prestá, ítróttarskrivari á Portal.fo, Jákup Ósá, talkønur ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, Oddbjørn Joensen, viðmerkjari og Símun Christian Olsen, ítróttarredaktørur í kringvarpinum.
Teir hava fingið til uppgávu at seta ársins lið higartil og velja besta spælaran. Hartil skulu teir velja bestu fótbóltsupplivingina, hvat hevur verið gott og minni gott fyrsta triðingin.
Vit byrja við ÁRSINS LIÐI:
Jákup Ósá:
KÍ hevur latið nógv fæst mál ígjøgnum, og tað sæst aftur. Tað sæst eisini aftur, at NSÍ hevur skorað nógv flest mál. Spælarar sum Jóannes, Odmar, Brandur, Patrik og Petur eru rættiliga sjálvskrivaðir, meðan tað er meira torført at seta fleiri av hinum plássunum.
4-4-2: Mark F. Jensen (KÍ) – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø (KÍ), Bogi Reinert-Petersen (B36), René S. Joensen (KÍ) – Árni Frederiksberg (KÍ), Brandur H. Olsen (NSÍ), Hallur Hansson (KÍ), Petur Knudsen (NSÍ) – Patrik Johannesen (KÍ), Klæmint A. Olsen
Agnar Prestá:
Summi pláss geva seg sjálvt, meðan tað er kapping um onnur pláss. Í miðverjuni kundi Gaston Tellechea (KÍ) verið og eg havi valt Boubacar Dabo (EB/Streymur) framum Árna Frederiksberg, men tað er mest tí Dabo hevur lyft EB/Streym so nógv. Í álopinum kundi tað eisini verið Páll A. Klettskarð.
4-4-2: Mark F Jensen (KÍ) - Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ), Odmar Færø (KÍ), Bogi Reinert Petersen (B36), Fabian Ness (NSÍ) - Boubacar Dabo (EB/Streymur), Brandur Hendriksson Olsen (NSÍ), Jákup Biskopstø Andreasen (KÍ), Petur Knudsen (NSÍ) - Patrik Johannesen (KÍ), Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Oddbjørn Joensen:
Tað var ringt at velja millum miðáleypararnar, tí tað kundi eisini verið Páll A. Klettskarð (KÍ). So er tað Jákup B. Andreasen (KÍ) á miðjuni, men hann er ikki ordiliga komin fyri seg eftir skaðan í fjør. Flestu spælararnir hjá HB og Víkingi spæla undir miðal og Jann Benjaminsen (NSÍ) hevur kostað okkurt máli í byrjanini. Ein, sum eg kundi nevnt, er Boubacar Dabo (EB/Streymur). Honum bleiv tað tíverri ikki pláss fyri.
4-3-3: Mark F. Jensen (KÍ) – Jóannes K. Danielsen (KÍ), Odmar Færø (KÍ), Gaston Tellechea (KÍ), Fabian Ness (NSÍ) – Emil W. Joensen (NSÍ), Brandur Hendriksson (NSÍ), Hallur Hansson (KÍ) – Árni Fredriksberg KÍ), Petur Knudsen (NSÍ), Klæmint A. Olsen (NSÍ).
Símun Christian Olsen:
Liðið spælir 4-4-2 við diamanti á miðjuni. Jákup er aftanfyri Brand og René, og Patrik er frammanfyri teir báðar. KÍ og NSÍ eru væl umboðað - einki løgið í tí - men Jóannes Davidsen er tryggur fyri EB/Streym, og Bogi Reinert Petersen fær ágóðan av góðu byrjanini í B36. Óhepnir ikki at vera við eru millum annað Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð og Boubacar Dabo.
4-4-2: Jóannes Davidsen (EB/Streymur) – Jóannes K. Danielsen (KÍ), Bogi Reinert Petersen (B36), Odmar Færø (KÍ), Fabian Ness (NSÍ) – Jákup B. Andreasen (KÍ), Brandur H. Olsen (NSÍ), René Shaki Joensen (KÍ), Patrik Johannesen (KÍ) – Petur Knudsen (NSÍ), Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Hvør hevur verið BESTI SPÆLARIN higartil?
Agnar Prestá:
Brandur Hendriksson Olsen! Her eru nógv stór avrik, serliga hjá álopskendu spælarunum, men Brandur er tann, ið samanlagt hevur gjørt størst mun. Hann hevur dygdir útyvir tað vanliga hjá einum føroyskum spælara.
Jákup Ósá:
Brandur Hendriksson Olsen hjá NSÍ fær hendan heiðurin, men eg haldi ikki, at hann er so greitt tann besti, sum almennu úrslitini fyri besta spælara í mars og apríl søgdu. Brandur hevur avgjørt tveir dystir við beinleiðis fríspørkum, og so hevur hann sum heild lyft NSÍ-liðið til at blíva ein FM-avbjóðara, ið mong eisini vístu á var sannlíkt longu undan kappingini. Tað eru tó fleiri spælarar, sum liggja tætt við og kunnu fara framum seinni í ár.
Oddbjørn Joensen:
Tað er Brandur. Hann hevur skotið sjey mál og lagt upp til onnur. Hann hevur avgjørt dystir og hann spælir við einum øðrum hugflogið enn allar aðrir spælarar.
Símun Christian Olsen:
Klæmint A. Olsen og Páll A. Klettskarð berjast um stórskjúttaheitið, Patrik Johannesen hevur funnið formin og Petur Knudsen er flúgvandi í fremstu ketu hjá NSÍ. Ongin hevur kortini verið betri enn heimafturvendi Brandur H. Olsen. Vit hava altíð vita, hvussu góður hann er, men tað er ein fragd at síggja landsliðsmiðvallaran vísa tað hvørja viku.
Besta FÓTBÒLTSUPPLIVING í fyrsta triðinginum?
Jákup Ósá:
Tað var toppdysturin í Runavík millum tey klárt bestu liðini higartil NSÍ-KÍ. Tað sum serliga vakti ans var, at so óvanliga nógvir áskoðarar, ið eisini settu sín serliga dám á dystin, kundu møta upp til ein fríggjakvøldsdyst klokkan 20.00, har veðrið ikki spældi við og har næstan øll hini liðini í deildini vóru í dysti. Dysturin var spennandi, leikferðin høg, dómaraavrikið gott og so vóru liðini sera tendrað uttan at fara útum mark. Vit hava brúk fyri fleiri slíkum dystum við slíkum kørmum.
Agnar Prestá:
Sama her. Tvey lið við fullum stigatali enda seinasta triðing við væl yvir túsund spentum áskoðarum. So kann tað ikki gerast nógv betri.
Oddbjørn Joensen:
Eg taki undir við hinum, men tað var ikki góða fótbóltsspælið, sum fær meg at siga tað. Heldur var tað umstøðurnar og ferðin í dystinum. Tað stóð nógv upp á spæl og tað sást aftur í nervini í dystinum. Spælararnir løgdu nógv fyri.
Símun Christian Olsen:
Sum einstakur dystur, má tað verða, tá KÍ vann á NSÍ í 9. umfari. Ein intensur og ferðmikil dystur, har bæði liðini spældu fyri at vinna. Um eg skal velja eina einstaka hending, verður tað avgerandi frísparksmálið til 4-3 hjá Brandi H. Olsen ímóti B36 í fyrsta umfari. Tað segði ikki so lítið.
Hvør ella hvat hevur TIKIÐ TEG Á BÓLI:
Jákup Ósá:
FC Suðuroy hevur við seks stigum avrikað nógv betri, enn eg hevði væntað. FC Suðuroy, sum spældi í 2.deild fyri tveimum árum síðani, kundi gott havt fleiri stig útfrá avrikunum. Liðið bjóðar av móti teimum stóru og mátin er áhugaverdur, tí teir grava seg ikki niður. Enn manglar at fáa betri úrtøku upp á málmøguleikarnar. EB/Streymur hevur eisini væl fleiri stig, enn eg hevði gitt frammanundan. Men tølini vísa, at EB/Streymur hevur fingið ’’ov’’ góða úrtøku ímun til avrik, so eg ivist, um hendan úrtøkan fer at standa við restina av árinum.
Agnar Prestá:
B36 í løtum, og so EB/Streymur og FC Suðuroy, har venjaraavrikin eisini eru góð. TB hevur havt ov stór útsving, men gott at síggja at suðuroyarliðini hanga í. Tað er eisini stuttligt, at síggja Emil Weihe Joensen á einum oddaliði.
Símun Christian Olsen:
EB/Streymur hevur staðið seg væl. Sigfríður Clementsen fær aloftast nógv burtur úr, og saman við fleiri av funktionerunum í Sundalagnum, riggar tað væl hjá Boubacar Dabo aftur í ár. Hann kann eitt sindur meir enn nógvir aðrir uttanfyri tey stóru, og tað sæst á stigatalvuni í løtuni. Annars er eisini stuttligt at FC Suðuroy framvegis hongur í. Gamaní, vágbingarnir skora lítið - og tað kann koma at kosta - men eru javnir í avrikunum og lata ikki nógv mál ígjøgnum.
Oddbjørn Joensen:
Fyri meg er tað NSÍ. Tað er serliga mátin teir spæla fótbólt uppá. Teir skora nógv mál og tað eru flott mál. Fyri meg hevur Fabian Ness verið betri enn eg hevði væntað, tí eg sá ikki hatta tá hann splældi við B36. Í NSÍ kemur hann til sín rætt.
Hvør ella hvat hevur verið EITT VÓNBROT:
Jákup Ósá:
Eg hevði ikki ímynda mær, at meistararnir úr Víkingi skuldu dalað so nógv, hóast nakrar skaðar í verjupartinum. Síðani er tað eisini eitt vónbrot, at 07 Vestur bara hevur eitt stig, men tað skal tó sigast, at avrikstølini hjá hesum báðum liðum eru til meira, so møguliga er ein vend áveg.
Síðani haldi eg ikki, at fleiri av dómarunum komu væl frá byrjan og nýggja ’’linjan’’ hevur gjørt, at óvanliga nógv kort vóru givin fyrstu umførini. Fleiri uppløgd reyð kort vóru ikki givin, meðan ov nógv ’’bílig’’ kort eru givin. Síðstu umførini kundi bent á, at dómararnir og spælararnir eru við at koma á lagi á hesum øki.
Agnar Prestá:
Vóru ov nógvar ónollur í fyrstu umførunum. Av liðum eru tað serliga HB og 07 Vestur, sum eisini longu hava skfti venjara. Ein føroyameistari skal eisini hava fleiri enn ellivu stig og átta mál eftir ein triðing. Serligar umstøður við skaðum og útskifting gera seg tó galdandi í Víkingi.
Oddbjørn Joensen:
Tað er 07 Vestur og kanska Víkingur. Annars er eitt, sum hevur irriterað meg. Tað er at dómararnir geva so nógv gul og reyð kort, og at góðir spælarar ganga og tvæla á vøllinum og gera ónollur, heldur enn at spæla fótbólt.
Símun Christian Olsen:
Víkingur byrjaði katastrofalt, og skal framvegis lyfta seg nakað, um evropapláss skal røkkast. Hava sjálvandi steypakappingina at satsa upp á framvegis. HB hevur ikki verið nógv fragari, og 07 Vestur mátti senda Dan Brimsvík til hús. Eitt stig í níggju dystum er heilt einfalt ov vánaligt. Árni Frederiksberg ímóti EB/Streymi. Óneyðug ónolla, sum ikki hoyrir heima í ítrótti.