Fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftini eru ikki langtíðarhaldfør

Fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftini eru ikki langtíðarhaldfør
VIKUGESTURIN: Magnus Dam nýggjur stjóri í Kringvarpi Føroya heldur, at nøkur grundleggjandi viðurskiftir mugu uppá pláss fyri at kunna framtíðartryggja public service stovnin.
 
17.05.2025 - 10:21

Fyri tveimum vikum síðani fekk Kringvarp Føroya nýggjan stjóra. 

Magnus Dam er 50 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn, og búsitandi í Hoyvík við familjuni. Hann er útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og hevur kandidatprógv í løgfrøði frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.  Seinastu 18 árini hevur hann starvast í Tórshavnar kommunu - frá 2007 til 2018 sum løgfrøðiligur ráðgevi í Løgdeildini hjá kommununi, og seinastu sjey árini sum leiðari av Stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar Kommunu.

Magnus Dam vísur á, at Kringvarpið sum public-service stovnur skal økja um tilvitskuna hjá fólki bæði á málsliga, mentanarliga og samfelagsliga økinum,

- Tað krevur, at vit skulu kunna bjóða eitt breitt úrval av tilfari fyri at kunna menna tað, sum vit eru áløgd, sigur Magnus Dam. 

Hendan fjølbroytta og týðandi uppgávan krevur orku, fígging og raðfestingar vísur nýggi kringvarpsstjórin á. Men størsta avbjóðingin hjá Kringvarpinum í løtuni er júst av fíggjarligum slagi, heldur hann:

- Kringvarpið er fíggjað av kringvarpsgjaldinum og gekkapengunum, men vit hava útreiðslur, sum eru nakað størri enn okkara inntøkur. Tí kringvarpsgjaldið verðu prístalsjavnað við einum prosentsatsi, sum er nakað væl lægri enn tann lønarvøksturin, sum hevur verið seinastu uárini. So fyri hvørt á, sum gongur, verður Kringvarpið eitt sindur afturúrsilgt. Tað er ikki langtíðarhaldført, sigur Magnus Dam.

Avleiðingin av avbjóðandi fíggjarstøðuni kann blíva, at Kringvarpið má tillaga virksemið - eitt nú minka um framleiðsluna ella gera sparingar á starvsfólkaøkinum. 

- Sjálvandi vóni eg ikki, at vit koma har til. Men vit eru í gongd við at hyggja at viðurskiftunum. Fleiri inntøkur eitt nú at hækka kringvarpsgjaldið krevur eina lógarbroyting, og tað kann vera ein drúgv tilgongd. Tað ber sjálvandi til at effektivisera mannagongdur, útseta nakrar íløgur og annað, men tað er neyðugt at arbeiða við hesum viðurskiftunum fyri at lantíðartryggja stovnin og liva upp til public-service skyldurnar, sigur Magnus Dam.

Haraftrat heldur Magnus Dam, at tað er ein avbjóðing at tiltrekkja og fasthalda starvsfólkatilfeingið orsaka av sáttmálviðurskiftunum. 

- Vit hava sæð, at tað er ein ávís útskifting í starvsfólkahópinum. Tað eru onnur arbeiðspláss, sum eru attraktivt hjá fólkum við teimum førleikum sum skulu til, fyri at arbeiða her. Tey fáa eina munandi betri løn, um tey fara í ein annan almennan stovn at arbeiða - sum eitt nú samskiftisfólk. Vit eru ikki kappingarfør í mun til lønir, sum aðrir almennir stovnar kunnu bjóða, tí vit hava ein sáttmála, sum liggur nakað væl lægri enn sáttmálan, sum fólk verða lønt eftir aðrastaðnis, sigur Magnus Dam. 

Magnus Dam sigur, at hann fær ikki gjørt nakað við sáttmálaviðurskiftini, men kann bert vísa á hvørjar avleiðingar, tað hevur fyri møguleikarnar hjá Kringvarpinum at tiltrekkja skikkaði starvsfólk. 

 

Stóran áhuga í politikki og samfelagsviðurskfitum

Magnus Dam er føddur og uppvaksin í Havn, hevur tvey systkin og er sonur Sólvu Dam og ein tann kendasta politikaran í Føroyum - Atla Dam, sáli.

Atli Dam var formaður fyri Javnaðarflokkin frá 1972 til 1993 og løgmaður í fleiri tíðarskeið samanlagt í 16 ár framtil kreppuna í 1993. Politikkur og samfelagsligt kjak fylti nógv í barnaheiminum, men sjálvur hevur Magnus ikki verið politiskt virkin. Hann hevur stóran áhuga í politikki og samfelagsviðurskiftum, men ikki hug til at fara uppí politikk, sum hann heldur er ein hørð verð:

- Politikkur er harður. Tað skal vera orðadráttur og kjak, men tað er eisini eitt skitið spæl við hvørt, og mín hugur hevur ikki verið til at fara uppí politikk. Tað ber heldur ikki til at vera journalistur og virkin í politikki samstundis, so tað hevur helst eisini spælt inn, sigur Magnus. 

Magnus Dam er settur sum kringvarpsstjóri í 5 ár. 

 

Lurtið eftir allari samrøðuni við Magnus Dam her

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Fríggjadag 13. juni
RagnarRokk: Scott Carstairs um Xenotaph
193187
Fríggjadag 13. juni
Morgunlestur fríggjadagur 13.juni 2025
192953
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979