Arbeiðsgevarar: Kappingarførið í vinnuni er í vanda

Arbeiðsgevarar: Kappingarførið í vinnuni er í vanda
Føroya arbeiðsgevarafelag mælir til at gera nýggja skipan fyri almenna lóggávu
Seinastu árini eru nýggjar rættarreglur, sum áleggja føroyskum fyritøkum nýggjar byrðar, øktar í vavi og upphæddum, sigur arbeiðsgevarafelagið. 
 
21.05.2025 - 08:07

Kappingarførið hjá føroysku vinnuni er í vanda.  

Føroya arbeiðsgevarafelag rópar varskó og krevur broytingar, so vaksandi umsitingarligar byrðar og hækkað gjøld ikki gera, at vinnan missir kappingarførið.

Seinastu árini eru nýggjar rættarreglur, sum áleggja føroyskum fyritøkum nýggjar byrðar, øktar í vavi og upphæddum, sigur arbeiðsgevarafelagið. 

Í ES hava tey ásannað, at neyðugt er at leggja á annan bógv fyri at gera tað einfaldari og lættari at reka vinnu. 

Í Føroyum tykist ikki, sum myndugleikarnir hava varnast hesa gongdina, men halda fram við at seta í verk nýggja og umsitingartunga lóggávu, ofta úr ES.

Føroya arbeiðsgevarafelag mælir tí til at gera eina nýggja skipan fyri almenna lóggávu.

Og hon eigur at økja munandi um krøvini fyri at leggja størri byrðar á vinnulívið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846