Poddvarp: U17 EM-endaspælið var ein uppliving og ein áminning

Poddvarp: U17 EM-endaspælið var ein uppliving og ein áminning
Fótbóltssambandið hevur verið í undantaksstøðu seinastu tíðina, nú átta lond hava spælt um at gerast besta liðið í Evropa. Kappingin hevur verið ein stór avbjóðing
Føroyska verjan hevði úr at gera á Tórsvølli ímóti Hollandi, sum seinni vann EM-kappingina
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
21.05.2025 - 11:11

Holland vann leygarkvøldið fyrsta EM-gullið í altjóða fótbóltskapping á føroyskari jørð. Fótbóltssambandið hevur verið í undantaksstøðu seinastu tíðina, nú átta lond hava spælt um at gerast besta liðið í Evropa. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru vertir fyri eini so stórari og umfatandi kapping.

Afturmeldingarnar hava higartil verið góðar, men tað hevur bara eydnast, tí fólk úr øllum heraðshornum hava hjálpt væl til, sigur verkætlanarleiðarin Andras Kjartansson Thomassen. Hann hevur havt høvðusábyrgdina av kappingini saman við Inga Arge og Jakobu Svensdóttir.

Kristin Dam Ziska, aðalskrivari, Brynhild Absalonsen, marknaðarleiðari, Ása Klakkstein Kalsø, fyrisskipari av dystunum í Klaksvík, og Terji Nielsen, trygdarovasti, siga øll eina søgu um eina væleydnaða kapping, har ein bóndi, sum hevði tøðað, var ein av teimum fáu viðmerkingunum frá vitjandi londunum.

Ítróttarliga var hetta ein alt ov møtumikil uppgávna. Føroyskur U17-genturnar taptu 10-0 móti Norra og 9-0 móti ávikavist Eysturríki og Hollandi. Tó skal sigast, at bæði Norra og Holland vunnu seg til EM-finaluna.

 - Tað gongur so skjótt fyri seg, og tær hava ótrúliga góðan teknikk. Hetta hevur verið hart, men vit hava lært nógv, siga Leona Kjærbæk Djurhuus og Halla Morgan Ejdesgaard, sum báðar spæla við HB.

U17-landsliðsvenjarin, Eyðvør Jakobsen, A-landsliðsvenjarin Pætur Smith Clementsen og liðleiðarin, fyrrverandi landsliðsspælarin Malena Josephsen, eru á einum máli um, at hetta eru góðar fyrimyndir hjá føroysku gentunum at hava, men at tað eisini er ein áminning um, at nógv skal til fyri at kappast við elituna í Evropa. Ein loysn er at venja við dreingjum.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Hoyr reportaguna av Tórsvølli á finaludegnum, har Tróndur Arge millum annað tosaði við Andras K. Thomassen, Eyðvør Jakobsen, Leonu Kjærbæk Djurhuus, Hallu Morgan Ejdesgaard og Pætur Smith Clementsen.

 

Andras hevur sitið við høvðusábyrgdini

Fótbóltssambandið hevur verið í undantaksstøðu í samband við EM-endaspælið hjá U17-gentum, sum hevur verið í Føroyum frá 4. til 17. mai. Andras K. Thomassen hevur havt høvðusábyrgdina, og dagarnir hava verið langir.

 - Tað eina kvøldið kom eg heim klokkan hálvgum níggju. Tá spurdi konan, hví eg var so tíðliga heima. Tað sigur eitt sindur um, hvussu langir dagarnir hava verið, fortelur Andras K. Thomassen skemtandi.

Í hálvt annað ár hevur eitt kjarnutoymi við honum á odda fyrireikað kappingina. Hini í kjarnutoyminum eru Ingi Arge og Jakoba Svensdóttir. Tey hava arbeitt við hesum burturav í eitt ár.

 - Vit vóru eitt sindur bangin fyri, um vit fóru at megna uppgávuna. Vit hava skipað fyri nógvum altjóða dystum, men vit hava ongantíð upplivað eitt slíkt fyrisitingarligt trýst, sigur Andras K. Thomssen.

Miðhæddin á suðursíðuni á Tórsvølli hevur verið høvðusskrivstovan fyri kappingina. Har hava sitið um 30 fólk, tá tað hevur verið upp á tað mesta, og samanlagt hava eini 45 fólk frá UEFA verið í Føroyum í samband við kappingina. Fótbóltssambandið og fyrireikararnir hava fingið góð skotsmál.

 - Vit hava fingið so mikið góð skotsmál, at UEFA hevur longu spurt, nær vit kunnu hava eina slíka kapping aftur, men hetta er ikki nakað, sum Fótbóltssambandið kann skipa fyri við stuttum millumbili, sigur Andras K. Thomassen og leggur afturat:

 - UEFA gongur upp í teir minstu smálutirnar, og tað kann blíva nakað nógv onkuntíð, men vit hava lært nógv. Okkurt kunnu vit taka við okkum, meðan onnur ting ikki passa til tað føroyska samfelagið, og háttin vit arbeiða uppá, sigur Andras K. Thomassen.

Millum størstu avbjóðingarnar til kappingina hava verið tøðluktur, ein bilur í skeivum parkeringsøki, og hvør skuldi sita undir liðini á forsetanum og aðalskrivaranum til setanardystin. Andras K. Thomassen leggur at enda afturat, at tað skulu nógv góð fólk til at avgreiða kappingina á so høgum stigi.

 

Eyðvør, Malena og Pætur

Í EM-finaluni vóru Norra og Holland. Tey vóru í bólki saman við Føroyum og vunnu ávikavist 10-0 og 9-0 á okkara gentum. Eyðvør Jakobsen, U17-landsliðsvenjarin, fegnast um upplivingina, men viðgongur, at munurin er stórur.

 - Tað mugu vit bara viðganga, men eg hevði ynskt, at vit kundu skavað tvey ella trý mál av tapunum. So hevði eg verið nøgdari, men hetta er munurin. Tað er serliga einstaklinga-eginleikarnir, ið eru á muni, sigur Eyðvør Jakobsen.

Malena Josephsen, liðleiðari, og Eyðvør Jakobsen, U17-landsliðsvenjari, til EM-finaluna á Tórsvølli

 

U17-landsliðsvenjarin heldur fyri, at tað ber til at betra um avrikini, men at tað krevur hart arbeiði frá FSF, feløgunum og spælarunum sjálvum. Malena Josephsen, liðleiðari, er ein av fleiri, sum heldur fyri, at finaluliðini høvdu kunnað spælt móti føroyska kvinnulandsliðnum.

 - Ja, hvat skal eg siga. Hesar eru alvorliga góðar, so tað rokni eg við. Hetta er fótbóltur á høgum stigi. Vit høvdu ikki ungdómslandslið, tá eg var ung, so eg royni at fortelja gentunum, at tær eru hepnar at sleppa at spæla móti slíkum liðum, sigur Malena Josephsen.

Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri og landsliðsvenjari hjá kvinnum, sigur, at afturmeldingarnar úr hinum londunum er, at tær bestu ungu genturnar spæla við dreingjum, tá tær eru yngri.

 - Tær bestu á vøllinum her venja ikki saman við gentum, tær venja við dreingjum. Tá møta tær mótstøðu. Tað er eitt skjótt svar upp á, hvat tú kanst gera beint nú av broytingum. Tað er nakað, vit hava tosað um seinnu árini, og tað hjálpur, at vit fáa tað at vita frá hinum londunum eisini, sigur Pætur S. Clementsen.

Øll trý eru samd um, at EM-kappingin er ein frálíkur sýnisgluggi fyri føroysku spælararnar, og at tær sleppa at síggja fótbólt á so høgum stigi í Føroyum.

 


Halla Morgan Ejdesgaard er hægst ímóti Eysturríki við Djúpumýru. Føroysku genturnar fingu seg veruliga royndar ímóti teimum bestu í Evropa í EM-endaspælinum. (Mynd: Hans Erik Danielsen og Jóhanna Thomsen/FSF)

 

Halla og Leona: Ein góð uppliving

Leona Kjærbæk Djurhuus og Halla Morgan Ejdesgaard spældu í føroysku miðverjuni í kappingini. Leona spældi allar tríggjar dystirnar, meðan Halla spældi tveir – móti Hollandi og Eysturríki.

 - Hesar spæla nógv skjótari, finna hvørja aðra væl, og so eru tær bara sterkari og kvikari, enn vit eru vanar við. Hetta er góður og skjótur fótbóltur, sigur Leona Kjærbæk Djurhuus, meðan hon hyggur at EM-finaluni.

Leona Kjærbæk Djurhuus var liðskipari í fyrsta dystinum, sum var móti øðrum finalistinum, Norra. Tá var støðan 8-0 í hálvleikinum, og tað smakkaði ikki væl.

 - Vit kendu okkum klárar til dystin, men tað gekk ikki so væl. Vit vóru ónøgdar í hálvleikinum, men tað bleiv betri í seinna hálvleiki. Eg haldi, at tað vóru fleiri mál, sum vit kundu havt gjørt okkurt við, sigur Leona Kjærbæk Djurhuus.

Halla Morgan Ejdesgaard og Leona Kjærbæk Djurhuus til EM-finaluna á Tórsvølli. Í bakgrundini síggjast hinar á U17-landsliðnum

 

Halla Morgan Ejdesgaard sat uttanfyri í fyrsta dystinum, men yvirtók liðskiparabandið í hinum báðum dystunum. Hon heldur eisini fyri, at hin finalisturin er góður.

 - Tað var hart at spæla móti Hollandi. Tær pressaðu okkum allatíð, og vit vóru troyttar seinastu minuttirnar. Tær vóru sterkar og væl fyri tekniskt. Tær vóru eisini góðar til at avslutta, so tað fóru nógv mál ígjøgnum, men tað kundu vit havt steðgað, men vit vóru so troyttar, at vit orkaðu ikki at hugsa, sigur Halla Morgan Ejdesgaard.

Leona Kjærbæk Djurhuus skifti í vetur til HB og er partur av besta liðnum. Halla Morgan Ejdesgaard fer í næstum til Fortuna Hjørring at spæla á U19-liðum har. Tær eru báðar fegnar um, at hava upplivað eitt EM-endaspæl og hava gott mót um menning næstu tíðina.

 


Eyðvør Jakobsen stóð á odda fyri føroyska U17-landsliðnum, sum spældi ímóti Norra, Eysturríki og Hollandi í EM-bólkaspælinum. (Mynd: Hans Erik Danielsen og Jóhanna Thomsen/FSF)

 

Krevjandi fyrireikingar

Á marknaðardeildini í Fótbóltssambandinum hava tey eisini arbeitt av øllum alvi. Brynhild Absalonsen, marknaðarleiðari, og hini á deildini hava havt nógvar uppgávur, sum skulu góðkennast av UEFA.

 - Uppsetingin til hesa kappingina er líka stór sum til onkrar av teimum størru kappingunum. Alt, sum vit hava gjørt, skal góðkennast, og tey argumentera eisini væl fyri, hví tað skal verða so. UEFA er avsendari, og tað skal hava eina dygd. Tað kann tykjast yvirdrivið í føroyskum høpi, men eg haldi eisini, at vit kunnu læra nakað av hesum, sigur Brynhild Absalonsen.

UEFA hevur tíggju altjóða høvðusstuðlar. Tað er stór sjónvarpsframleiðsla til allar dystirnar, og lýsararnir vilja hava okkurt fyri pengarnar. Tórsvøllur var lættur at gera til reiðar, men í Klaksvík var eitt sindur øðrvísi, tí vøllur og lýsingarnar eru settar øðrvísi upp.

 - Leikvøllirnir skulu eisini síggja út hareftir. Tú mást virða, at tað eru lýsarar, sum brúka nógvar pengar upp á kappingina. Tað skulu vit eisini liva upp til, og tað gera vit, men tað var við góðari hjálp frá nógvum lokalum kreftum í regni og vindi, at vit fingu gjørt alt klárt í Klaksvík, forklárar Brynhild Absalonsen.

Hon er ikki í iva um, at kappingin hevur givið ringvirkningarnar niður gjøgnum føroyskan gentufótbólt, men tað er eitt sindur verri at meta um marknaðarvirðið á eini slíkari kapping úti í verð.

Ása Klakkstein Kalsø hevur havt ábyrgdina av dystunum í Klaksvík, og tað passaði klaksvíksdamuni væl, at hon skuldi standa á odda fyri dystunum í júst heimbýnum. Tað spældi alt væl av, men hon tekur undir við, at tað kravdi eitt sindur meira at fáa vøllin við Djúpumýru kláran.

 - Dopingrúm, dómararúm og sjónvarpspallar stenda altíð klár á Tórsvølli, og køliskáp eru altíð í skiftirúmunum. Í Klaksvík skuldi eitt sindur meira riggast til, men fólkini frá UEFA vóru bergtikin av umhvørvinum við fjøllunum rundanum. Tey vóru eisini væl nøgd við, hvussu KÍ hevur skipað leikvøllin við innrætting, og hvussu lætt tað var at skipa fyri einum stórdysti, sigur Ása K. Kalsø, ið annars er kappingarleiðari í Fótbóltssambandinum.

Hóast KÍ hevur havt fleiri altjóða dystir við Djúpumýru, hevur UEFA havt serligt eyga við hesum dystunum. Ása sigur, at fólk kring vøllin hava ongantíð upplivað, at UEFA-fólkini hava kravt so nógv av teimum.

Terji Nielsen, trygdarovasti í FSF, sigur, at trygdin hevur ikki verið ein avbjóðing. Leikvøllirnir hava verið stongdir millum dystirnar, og vaktarfólk hevur staðið hjá sjónvarpsbussunum alt døgnið. Tí hevur leikluturin sum samskiparin av venjingarvallunum og venjingunum fylt meira. Tað var ein kabal, sum skuldu ganga upp millum teir sjey vøllirnar í høvuðsstaðarøkinum og á Skálafjørðinum.

 - Tað hevur eydnast við góðari vælvild frá feløgunum og kommunum, tí tað er ikki lætt at finna pláss til venjingar eitt nú ein leygardag. Einasta viðmerkingin vit fingu var, at tað luktaði so illa á eina leikvøllinum, tí bóndin hevði tæðað, sigur Terji Nielsen.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Holland fór avstað við EM-gullinum við 2-1 sigri á Norra í finaluni á Tórsvølli. Sí málini omanfyri.

 

EM-endaspælið gevur ikki yvirskot

Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, var við, tá hugskotið um eitt EM-endaspæl í Føroyum bleiv lagt fram. Hetta var, tá nýggja vestursíðan á Tórsvølli bleiv bygd afturi í 2018. Hetta spældi væl saman við, at FSF júst hevði gjørt eina strategi fyri menning av kvinnufótbólti í Føroyum. Hóast hetta er stórt, gevur tað ikki nógvar pengar.

 - Fíggjarliga skal hendan kappingin ganga í null. UEFA skal dekka allar kostnaðir, so tað ikki kemur at ávirka raksturin ella virksemið hjá okkum annars, sigur Kristin Dam Ziska og leggur afturat:

 - Tað er ein long tilgond til eina slíka kapping. Tað var nógv samskifti og samráðingar um hvat fyri kapping, tað skuldi verða. UEFA trýstir okkum, fyri at gera tað so bíligt sum gjørligt, og vit skulu hava tað at ganga upp. Tað hava verið samráðingar, men tað hava altíð verið góðar samráðingar.

Eftir EM-finaluna hevði Fótbóltssambandið eina veitslu fyri teimum sjálvbodnu. Tað eru kvinnu- og manslandsdystir í næstum, og tí skal maskinaríið í Fótbóltssambandinum aftur til gerandisdagin sum skjótast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379