Ísrael dripið Hamas-leiðaran í Gasa

Ísrael dripið Hamas-leiðaran í Gasa
Mohammed Sinwar doyði í einum ísraelskum álopi 13. mai. Hann var bróðir Yahya Sinwar, sum doyði í einum álopi í fjør
Mohammed Sinwar, sum hevur verið Hamas-leiðari í Gasa seinasti mánaðirnar, er deyður, sigur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri.
 
28.05.2025 - 15:47

Ísrael hevur dripið Hamas-leiðaran í Gasa, Mohammed Sinwar.

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sambært Reuters og AFP.

Netanyahu segði longu fyri eini viku síðan á tíðindafundi, at Mohammed Sinwar eftir øllum at døma var deyður, og nú sigur hann, at Mohammed Sinwar er deyður.

Hamas hevur ikki sagt nakað um fráboðanina hjá Benjamin Netanyahu.

 

Lítlibeiggi

Mohammed Sinwar var lítlibeiggi Yahya Sinwar, sum var ovasti leiðari hjá Hamas í Gasa, tá hann doyði í einum ísraelsku álopi í oktober í fjør.

Sambært Ísrael doyði Mohammed Sinwar í einum álopi 13. mai.

28 onnur fólk lótu eisini lív í álopinum, sum var á eitt sjúkrahús í Gasa. Ísrael brúkti sonevndar "bunker busters", sum spreingjast undir jørð. Sambært Ísrael hevði Hamas eina miðstøð undir sjúkrahúsinum.

Hetta byggir undir uppáhaldið hjá Ísrael um, at Hamas krógvar seg undir sjúkrahúsum.

Men fleiri serfrøðingar siga við BBC, at tað ikki frítekur Ísrael frá at taka atlit at sivilfólkum, og at lutfallið millum hernaðarlig mál og sivil lívlát skal vera í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360