Nýggj skrá til summarhálvuna

Um KVFTíðindi
Nýggj skrá til summarhálvuna
Frá mánadegnum 2. juni bjóðar Kringvarpið aftur eina fjølbroytta og spennandi summarskrá – við bæði nýggjum og kendum sendingum.
 
31-05-2025

Í summar kanst tú njóta góðar sendingar – um tú ert við grillina, í fjøllunum ella bara slappar av í summarhúsinum. Kringvarpið sendir bæði beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi, og alt tilfarið verður eisini tøkt á kvf.fo, so tú kanst lurta og hyggja, tá tað passar tær best. 

millum_tokini_1920x1080.png

Caption: 
Millum tøkini er ein av nýggju útvarpssendingunum í summar (Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen)


Frískar røddir og kendir vertir í summarskránni 

Í útvarpinum verður summarið merkt av løttum og hugnaligum sendingum við práti, gestum og tónleiki. Tú kanst gleða teg til eitt frískt íkast av nýggjum røddum, sum bera eitt summarligt lot við sær. 

Millum annað verður nýggj kappróðrarkjaksending – Millum tøkini – við Ludvík við Stein, har vit fara at hoyra um manningarnar, kappingina og stemningin í róðrarheiminum. 

Góðan morgun Føroyar heldur fram alt summarið, men fær ein lættari dám og eitur nú Summarmorgun við skiftandi vertum. Eisini her verður pláss fyri kappingum og summarligum evnum. 

Skratsj, Tróndur Vatnhamar, Kringvarp Føroya

Caption: 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen


Ikki alt fer í dvala 

Nakrar av best umtóktu sendingunum halda fram sum vant. Tit skriva vit spæla (TSVS) heldur fram at spæla lurtaraynskir. Kallið gevur rúm fyri dýpd og hugsan um átrúnað, meðan Vikuskiftið bjóðar eina avslappaða og viðkomandi samanrenning av tónleiki, gestum og samrøðum um, hvat rør seg um vikuskiftið. 

Hetta eru sendingar, sum hava funnið sítt fasta pláss hjá lurtarum – og verða verandi á skránni í summar. 

Kappróður 10mf

Caption: 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen


Gull úr sjónvarpssavninum

Í sjónvarpinum síggja vit aftur nógv gull úr savninum við summarligum innihaldi. Sendingar sum Urtagarðurin og Nú grør, har vit vitja urtagarðar kring landið, snúgva seg um summardagar í føroysku náttúruni. 

Eisini verður nógv spennandi sent beinleiðis í sjónvarpinum. Vit senda frá landsdystum í fótbólti, kappróðri kring landið og sjálvandi eisini frá teimum størstu løtunum á ólavsøku. Tú kanst gleða teg til at síggja skrúðgonguna, gudstænastuna, løgmansrøðuna og alla ta hátíðarligu skránna, sum hoyrir ólavsøkuni til. 

Dagur og vika og Gekkurin skifta til summartíð eftir viku 26. Frá 1. juli verður Dagur og vika send týs- og fríggjakvøld, og Gekkurin verður fluttur til týskvøld beint eftir Dag og viku. Í sama tíðarskeiði fer 3-2 í summarsteðg og er aftur í september. 

surligt_summar_mynd.png

Caption: 
 Rannvør F. Eyðunsdóttir, David Thomassen og Bárður Petersen er vertir í ungdómssendingini - Súrligt summar


Tey ungu koma aftur

Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir eru aftur í Føroyum, og hesa ferð hava tey Hendrik Jacobsen við sær sum reportara í nýggju útvarpssendingini Súrligt summar. 

Talan er um eina sending við undirhaldi, samrøðum og tónleiki – alt í einum summarligum og livandi tónalagi, ætlað ungum og ungum í sinni. 

Tey fara at senda beinleiðis 3 dagar um vikuna frá 15. juli til 14. august. 

poppverturin_1920x1080.png

Caption: 
Poppverturin - Nýggj tónleikasending við Jákupi Magnussen (Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen)


Summartónar í útvarpinum 

Í útvarpinum er nógvur tónleikur. Vit leggja dent á festivaltónleik, nýggjar útgávur og summarhitt, sum seta dám á longu kvøldini. 

Á skránni eru eisini nýggjar tónleikarøðir, eitt nú Poppverturin við Jákup Magnussen og Sangir úr mínum lívi, har skiftandi vertir velja og greiða frá sínum tónleikavalum – ein sending, sum sameinir tónleik, minnir og persónligar søgur. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096

Um kvf css