Ísraelar tikið Medleen

Ísraelar tikið Medleen
Medleen, báturin við neyðsynjarvørum til Gasa, kom ikki langt. Ísraelskar deildir hava tikið bátin og nú verður manningin send heim
Manningin umborð á Madleen beint áðrenn tey verða handtikin
Mynd: Freedom Flotilla Coalition/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.06.2025 - 10:28

Tað var lagt upp til dramatik, tá báturin Madleen nærkaðist Gasa við neyðsynjarvørum. Ísraelsku myndugleikarnir høvdu frammanundan boðað frá, at báturin fór at vera tikin, áðrenn hann náddi Gasa. Og so var.

Við bátinum er millum annað veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg og franski ES tinglimurin Rima Hassan. Ísraelar kalla Madleen fyri "selfie-stuttleikabáturin". 

Stutt áðrenn báturin varð tikin, legði Greta Thunberg eitt video-brot á netið.

- Eg eiti Greta Thunberg og eg komi úr Svøríki. Um tit síggja hetta er tað tí, at vit eru tikin og rænd í altjóða sjógvi av Ísrael ella stuðlum hjá Ísrael. Eg biði allar vinir og familju leggja trýst á svensku stjórnina, um at leyslata meg og restina av maningini, sum skjótast, segði Greta Thunberg.

Nú verður báturin tikin inn í ísraelska havn og øll manningin send heim.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738