Vit gita: Árni og Adrian frá byrjan

Vit gita: Árni og Adrian frá byrjan
Eyðun Klakstein hevur lovað at leypa meira á enn undanfarnu dystirnar, og líkt er til at Árni Frederiksberg og Adrian Justinussen eru ein partur av ætlanini
Liðið, sum byrjaði inni móti Kekkia fyrr í ár
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
09.06.2025 - 09:43

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at føroyska manslandsliðið skal spæla móti Gibraltar í HM-undankappingini. Hesin dysturin verður øðrvísi enn hinir fimm undir leiðslu av Eyðuni Klakstein, tí hesin er á heimavølli, og mótstøðan er styrkismett lægri enn Føroyar.

Tí hevur eitt av kjakpunktunum verið, um Føroyar framhaldandi fara at halda fast í 5-4-1 spælskipanini við trimum í miðverjuni. Eitt svar frá Eyðuni Klakstein, landsliðsvenjara, hevur verið, at 5-4-1 er 3-4-3, um tú bara flytur fólkið longur fram. Tað er eisini ein møguleiki, at Eyðun Klakstein hevur eina mera framrættaða “plan B”, sum kann verða at ein miðverji verður fluttur upp á miðjuna, ella at skifta til 4-4-2 við tveimum áleyparum móti dystarenda.

Tað hevur verið hørð kapping um plássini seinastu tíðina. Nógv bendir á, at Bárður á Reynatrøð hevur vunnið ta kappingina. Mattias H. Lamhauge situr á bonkinum hjá FC Fredericia og Ari í H. Petersen hevur ikki verið á landsliðsstigi higartil í ár.

Í verjuni verða væntandi fleiri kend andlit. Frá høgru Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Daniel Johansen er sterkur á bóltinum og kann fáa ein leiklut, men einasta orsøkin til at skifta í miðverjuni er um spælskipanin verður broytt.

Á miðjuni gita vit, at Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen byrja mitt fyri. Av tí at talan er um bara tveir spælarar mitt fyri, so detta Hanus Sørensen og Jákup B. Andreasen út úr líkningini fyribils.

 

Páll byrjar inni í álopinum

Hanus Sørensen hevur spælt á vonginum, men okkurt bendir á at Adrian Justinussen og Árni Frederiksberg fara at fáa kjansin frá byrjan, og at Páll A. Klettskarð byrjar í álopinum. Eyðun Klakstein hevur tosað um málstig og at fáa spælarar á vøllin, sum eru avgerandi. Tað fær hann í Árna, Adrian og Páll, men teir mangla at vísa tað á landsliðnum. Kanska verður tað í kvøld.

So hvat hendir, um Føroyar ikki eru á odda eina ferð miðskeiðis í seinna hálvleiki? Tá er møguleiki fyri at skifta spælskipan til fýra í verjuni og flyta eitt fólk longur fram. Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson sita á bonkinum og kunnu manna eitt álop, meðan Hanus Sørensen hevur eina drívmegi, ið kann brúkast á miðjuni. 

Hvussu verður og ikki, fáa vit at síggja í kvøld klokkan 19.45. Kringvarpið vísur dystin og byrjar at senda klokkan 18.45.

 

Vit gita: (Føroyar 5-4-1)

Bárður á Reynatrøð - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson, Adrian Justinussen – Páll A. Klettskarð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345