Sektirnar fara nú í landskassan

Sektirnar fara nú í landskassan
Danska stjórnin og landsstýrið hava skrivað undir nýggja avtalu um býti av sektum
Tá skrivað var undir avtaluna, um at landkassin eisini skal fáa inntøkur av sektum. Frá vinstru: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2025 - 10:51

1. januar næsta ár fara inntøkur frá sektum og inndráttum, sum verða álagdar ella dømdar í yvirtiknum málum, í landskassan.

Inntøkur frá sektum, sum verða dømdar í felagsmálum, fara í ríkiskassan. 

Sektir, sum verða givnar fyri brot á ferðsulógina, fara framvegis í ríkiskassan.

Fyrrapartin hava danska stjórnin og landsstýrið skrivað undir nýggju avtaluna. 

 

 

Landsstýrismaðurin fegnast

- Eg fegnist um, at arbeiðið hevur borið á mál, og at báðir partar hava víst vælvild at loysa hetta málið. Fyri meg er henda broytingin bæði sjálvsøgd og rættvís. Í næstum fer Løgmálaráðið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, soleiðis at hon samsvarar avtaluna. Eftir hetta verður málið endaliga avgreitt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

 - Í longri tíð hevur tað verið sæð sum órímiligt, at føroyskir myndugleikar áseta bøtur til føroyskar fyritøkur, og pengarnir enda í danska statskassanum. Tí gleðir tað meg, at avtalan er undirskrivað, og loysnin er funnin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Avtalan kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040