KÍ og Víkingur eru í steypafinaluni

KÍ og Víkingur eru í steypafinaluni
Bæði KÍ og Víkingur vunnu seinnu hálvfinalurnar í gjár og eru í finaluni um Løgmanssteypið. Hetta er triðju ferð, at tey møtast í finaluni
 
18.06.2025 - 15:24

Bæði KÍ og Víkingur vóru favorittar at koma í finaluna. Tey vunnu fyrru hálvfinalurnar og í gjár bleiv tað endaliga avgjørt, at tað verður ein endurtøka av finalunum frá 2016 og 2022 í Løgmansfinaluni í ár.

 

KÍ vann fyrra dystin móti 1. deildarfelagnum AB 4-0. Tí var lítil og ongin spenningur á Argjum í gjár, men hóast tað var gott lag á áskoðaraplássunum. Ítróttarliga virðið í dystinum var eisini á ein leið. Bæði klaksvíkingar og argjamenn høvdu gjørt nakrar broytingar í uppstillingunum, men sum heild var talan um ein lívligan dyst.

 

Páll A. Klettskarð legði KÍ á odda, eftir innlegg frá Mads B. Mikkelsen, ið fekk kjansin mitt á miðjuni. Bara fáar minuttir seinni javnaði Sørin N. Samuelsen fyri AB, tá hann stútaði ein leysan bólt í málið. Undanvindurin gjørdi sítt til, at stríðsmaðurin í miðverjin hjá AB fekk mál.

 

Tað var ongantíð ivi um, at KÍ fór at koma í finaluna, men hóast tað kom millum annað Patrik Johannesen á vøllin í seinna hálvleiki. Hann tók av, tá liðskiparin hjá AB, Bjarki C. Nielsen, var óansin og spældi bóltin fyri føturnar á álopinum hjá KÍ. Landsliðsmálskjúttin meddaði til og tryggjaði KÍ ein 2-1 sigur á degnum, og einum samaløgdum sigri á 6-1. 

 

Atli vil sleppa at spæla finaluna

Tað var ein ávísur spenningur í seinnu hálvfinaluni millum Víking og B68. Víkingur vann 2-0 á Toftum í fyrru hálvfinaluni, tí var heimaliðið í gjár favorittur, men B68 kann arga sjálvt tey stóru. Hartil hevur B68 verið í finaluni fyri bara tveimum árum síðani. Víkingur stóð tó ímóti og vann 2-0. Olaf Bárðarson og Poul Kallsberg skoraðu málini.

 

Liðskipari hjá Víkingi er 43 ára gamli Atli Gregersen, sum eisini er hjálparvenjari hjá manslandsliðnum. Ein av treytunum fyri at blíva hjálparvenjari á ladsliðnum var, at hann skuldi gevast at spæla 31. august. Í viðtalu við Eysturoyarportalin sigur Atli Gregersen, at hann hevði ynskt at sloppið at sett punktum við steypafinaluni, sum verður 31. oktobur.

 

-Eg vil fegin spæla hesa finaluna. Tað er eingin ivi um tað. Eg eri 43 ára gamal og hetta er 10 finalan hjá mær. Tað hevði verið super at sloppið at enda við finaluni tann 31. oktober og sett eitt endaligt punktum fyri míni fótbóltsyrkisleið, segði Atli Gregersen við Eysturoyarportalin í gjár.

 

Í 2016 vann KÍ eftir brotssparkskapping, meðan Víkingur vann í 2022. Finalan um Løgmanssteypið verður 31. oktobur á Tórsvølli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483