HB sendi NSÍ úr steypakappingini eftir brotssparkskapping

HB sendi NSÍ úr steypakappingini eftir brotssparkskapping
HB sendi NSÍ, sum vann steypakappingina í fjør, út eftir brotssparkskapping og skal spæla hálvfinalur saman við KÍ, Skála og Víkingi
NSÍ er ikki longur í steypakappingini, og nýggjur vinnari skal finnast
Mynd: FSF  
 
19.06.2025 - 09:04

Gunvá Lützen var stóra hetjan hjá HB, sum sendi NSÍ úr steypakappingini eftir longda leiktíð og brotssparkskapping, og tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum.

Málverjin bjargaði einum brotssparki miðskeiðis í seinni hálvleiki við Løkin í Runavík, og tá fari varð undir brotssparkskapping tók hon aftur eitt, meðan tvey onnur fóru framvið málinum, skrivar Fótbóltssambandið.

Tapandi finalisturin í fjør, Víkingur, spældi seg í hálvfinaluni við 3-0 sigri á B36, KÍ hølvaði FC Hoyvík 9-0 og Sara Benjaminsen skeyt hattrikk fyri Skála, sum vann 6-2 á 07 Vestur.

Hvussu liðini møtast í hálvfinalunum, verður avgjørt við lutakasti á Tórsvølli í hósdagin. Hálvfinalurnar verða spældar 3. og 14. septembur. Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210