Nýggj lóg um sterving og gelding

Nýggj lóg um sterving og gelding
Eitt lógaruppskot um sterilisatión og kastratión er á veg
Amboð til inntrivini.
Mynd: Vitliki (ChatGPT).  
 
02.07.2025 - 07:38

Eitt lógaruppskot um sterilisatión og kastratión er á veg.

Endamálið er at dagføra og nútímansgera galdandi lóg, sum er frá 1968.

Samstundis verður lógin føroyskað.

Endamálið er eisini at tryggja fólki lættari atgongd til sterilisatión. 

Talan er um eitt tilboð.

Eingin heimild er at gera inntriv við tvingsli.

25 ár

Skotið verður upp, at fólk, sum hava fylt 25 ár, og sum eru før fyri at skilja týdningin av inntrivinum, hava rætt til at vera steriliserað. 

Tað er tí ikki neyðugt við loyvi.

Onnur skulu hava loyvi frá samráði. 

Harafturat verður skotið upp at áseta eina kravda umhugsanartíð fyri fólk millum 25 og 30 ár.

Tað merkir, at hesi ikki kunnu vera steriliserað fyrr enn seks mánaðir eftir, at viðgerðartilboðið er givið. 

Kastratión.

Skotið verður upp, at fólk undir 25 ár ikki fáa loyvi til kastratión.

Hetta broytir galdandi lóg soleiðis, at aldursmarkið verður broytt frá 21 til 25 ár. 

Sambært galdandi lóg kann loyvi fáast til kastratión, um fólk eru 18 ár, um heilt serligar orsøkir tala fyri tí. 

Skotið verður nú upp, at heimildin fyri at veita undantak, um heilt serligar orsøkir tala fyri tí, verður strikað. 

Sambært hagtølum hjá landslæknanum vóru 102 umsóknir um sterilisatión í fjør.

Tær vóru 112 í 2023. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666