MT Højgaard: Landsverk hevur ábyrgdina

MT Højgaard: Landsverk hevur ábyrgdina
MT Højgaard hevur bert gjørt eftir boðum frá Landsverki, tá H-bygningurin bleiv bygdur. Tí vil Sven Klejs Mortensen, stjóri, ikki viðurkenna ábyrgd fyri lekunum
H-bygningurin lekur á øllum síðum. Men MT Højgaard sigur Landsverk eiga ábyrgdina
 
08.07.2025 - 13:00

Tað lekur framveigs í eyri og seyri í H-bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum.

Tað staðfestir ein nýggj óheft sýn- og metingarfrágreiðing, sum Landsverk hevur biðið um.

Byggifyritøkan MT-Højgaard stóð fyri útvendiga arbeiðinum. Men tey sýta fyri at taka ábyrgd av trupulleikunum.

 

HB1

 

Vindeyguni eru eitt. Har sigur sýnsmaðurin, at tað lekur um vindeyguni á øllum síðum, og at valið av tilfari ikki er egnað til veðurlagið í Føroyum, og at handverkaraarbeiði ikki er nóg gott.

Men tað vil MT-Højgaard ikki taka ábyrgdina av. Landsverk hevur ábyrgdina.

 

HB2

 

MT Højgaard sigur seg hava gjørt tað arbeiðið, sum tey eru biðin um og ætla sær nú ikki at gera meira. Nú eigur Landsverk ábyrgdina, sigur stjórin.

 

HB3


Meira um hetta málið í Degi og viku kl. 19

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595