Lula da Silva setur Trump upp á pláss

Lula da Silva setur Trump upp á pláss
Brasilski forsetin Lula da Silva sigur seg vera tilreiðar, um amerikanski forsetin ger álvara av hóttanini um at leggja 50 prosent toll á brasilskar vørur
 
10.07.2025 - 07:43

- Tiltøk at hækka tollin verða viðgjørd sambært lógini í Brasil, skrivar hann á X.

Samstundis vísur hann aftur skuldsetingunum hjá Trump um at fyrrverandi forsetin í Brasil, - Trump-vinarligasinnaði Jair Bolsonaro, er offur fyri heksajagstran. Í tollbrævinum til Brasil kunngjørdi Trump, at 50 prosent tollur verður lagdur á brasilskar vørur, og skuldsetti samstundis Brasil fyri 'lúnsk álop á frælsið til at velja sjálvur'. Amerikanski forsetin kravdi eisini, at rættargongdin í móti Bolsonaro skal steðgast.

- Brasil er eitt sjálvstøðugt land við sjálvstøðugum stovnum, sum ikki góðtaka at onnur leggja teimum lag á, svaraði Lula á X.

Bolsonaro er skuldsettur fyri kvettroynd, - fyri at royna at forða Lula í at taka við sum forseti í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV

Meira um sama evni