Børn dripin í Gasa

Børn dripin í Gasa
Í minsta lagi 30 fólk vórðu dripin í ísraelskum álopum í Gasa í nátt og í morgun, harímillum seks børn, sum vóru farin at heinta vatn til húsarhaldið
Tey syrgja sínar vinir. Seks børn vórðu dripin, tá tey fóru at heinta vatn til húsarhaldið
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
13.07.2025 - 17:37

Tey syrgja í Nuseirat í Gasa í dag. Líkini eru ballaði inn í líkklæði og gjørt verður klárt jarðarferð, eftir muslimskum siði, har jarðarferðin skal vera so at siga beinan vegin og í seinasta lagi eitt samdøgur eftir andlátið.

Sjónbandaupptøkurnar hjá AP tíðindastovuni vísa líkposa oman á líkposa, har andlitini enn ikki eru fjald. Fleiri av líkunum eru smábørn.

Tey fóru tíðliga í morgun at heinta vatn við eina av vatnmiðstøðunum, tí onki rennandi vatn er longur í Gasa. Leiðin til vatnmiðstøðirnar er ein gongutúrur uppá tveir kilometrar úr Nuseirat. 

Ramar Nasar var sjónarvátti til hendingina. 20 børn og 14 vaksin høvdu stillað seg klár at taka ímóti vatni við vatngoymsluna, men so kom álopið, og seks børn og fýra vaksin vóru dripin, sambært Al-Awda sjúkrahúsinum.

 

INNSLAG_GASA

 

Eitt óhapp
Ísraelski herurin sigur, sambært AP tíðindastovuni, at hetta einstaka álopið var ein feilur. Málið var ein militantur bólkur, men eitt tekniskt brek gjørdi, at løðingin datt niður nógvar metrar frá málinum, sigur ísraelski herurin sambært AP.

Í Zawaida, sum liggur miðskeiðis í Gasa, rakti eitt ísraelskt álop eitt heim og drap níggju fólk, harímillum tvær kvinnur og trý børn, upplýsir Al-Aqsa sjúkrahúsið fyri AP tíðindastovuni.

 


Ikki ein einasti sentimetur í Gasa er tryggur, sigur Raafat Fanouna, sum heldur, at Ísrael fremur fólkadráp í Gasa (Mynd: AP)


Fólkadráp
Raafat Fanouna býr í Zawaida, har hetta álopið rakti.

- Tað er onki stað, ikki eingong ein sentimetur í Gasa geiranum, frá Rafah har suðuri til Beit Hanoun har norðuri, sum er trygt orsakað av ísraelsku aggressiónini og hesum álopunum og hesum krígnum. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, og herur hansara eru í gongd við eitt kríggj, sum snýr seg um etniska útreinsan, sigur Raafat Fanouna.

 

VIDEO_GASA
 
Jarðarferðir eru vorðnar gerandiskostur í Gasa. (Video: AP)

 

Vita ikki um álopið
Ísraelski herurin sigur sigur ikki vera varugan við, at eitt álop rakti hetta heimið, men at tey hava rakt yvir 150 mál hetta seinasta samdøgið, harímillum vápnalagur og rakettstøðir.

Heilsumálaráðið í Gasa upplýsir í dag, at fleiri enn 58.000 palestinar higartil eru dripnir í krígnum.

Tí eru jarðarferðir vorðnar dagligar hendingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493