Framvegis avlop á gjaldsjavnanum

Framvegis avlop á gjaldsjavnanum
Avlopið kemst av, at Føroyar útfluttu fyri fleri krónur enn innflutt var fyri
Avlopið á gjaldsjavnanum var 1,3 milliardir í 2023.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.07.2025 - 08:07

Framvegis er avlop á gjaldsjavnanum.

Tað var 1,3 milliardir krónur í 2023. 

Avlopið kemst av, at Føroyar útfluttu fyri fleri krónur enn innflutt var fyri.

Harafturat hava inntøkuflytingar netto verið positivar, tí nógvir føroyingar arbeiða uttanlands. Og ríkisstuðulin úr Danmark gevur eisini sitt íkast til avlopið.

Nettoognin hjá Føroyum var 5,1 milliard krónur í 2023. Tað eru 19 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Nettoognin í 2023 stavar fyrst og fremst frá fíggjarligu feløgunum, skrivar Landsbankin.

Tað er pensjónsuppsparingin hjá fólki, sum føroysku pensjónsfeløgini og peningastovnarnir umsita og hava sett í puljur við útlendskum virðisbrøvum, sum standa sum ogn hjá fíggjarfeløgunum.

 

Positiv nettoogn í 20 ár

Føroyar hava tey seinastu 20 árini havt positiva nettoogn mótvegis útlondum.

Men í 2022 var skuldin størri enn ognin.

Orsøkin var, at skuldin hjá vinnuni vaks nógv hetta árið. Men hon minkaði aftur í 2023.

Og harafturat minkaðu virðini á partabrøvum, sum útlendingar eiga í føroyskum fyritøkum, í 2023, skrivar Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595