Finaluróðrar á ólavsøku

Finaluróðrar á ólavsøku
Ikki færri enn fýra finaluróðrar vera á ólavsøku í ár
Serliga spennadi verður 10 mannafarsróðurin í ár, har kappingin stendur ímillum Klaksvíking og Havnarbátin
Mynd: Jan Herman Hansen  
 
25.07.2025 - 16:42

Í kappingini hjá gentum 14-16 ár stendur kappingin millum Koll úr Kollafirði og Píl úr Havn. Kollur er tvey stig fremri, og tolir tí at tapa fyri Píli á ólavsøku, men enda kollafjarðargentur á triðja plássi, verður Pílur FM-vinnari, er hann fremstur á ólavsøku.

Í kappingini hjá dreingjum 17-18 ár er uppaftur meira spennandi. Bara eitt stig er á muni millum Fípuna Føgru úr Klaksvík og Royndina Fríðu úr Vági. Fremri báturin av hesum báðum á ólavsøku, verður føroyameistari.

Onnur FM-kapping er hjá 5 mannaførum við kvinnum. Kjósin úr Kollafirði og Fípan Fagra úr Klaksvík eru í FM-stríði hvør við annan. Tær úr Kollafirði hava tvey stig fleiri, og eru tí í somu støðu sum gentumanningin úr sama felag. 

Fjórða FM-finalan er hjá 10.mannaførunum - hana venda vit aftur til.


Kvinnurnar umborð á Jarnbardi hava verið einaráðandi aftur í ár og hava longu tryggjað sær FM-heitið (Mynd: Jan Herman Hansen)
 

Tveir meistarar funnir

Ofta kemur fyri, at bátur tryggjar sær meistaraheitið longu fyri ólavsøku. Og ofta eru tað fleiri enn tveir bátar, ið kunnu rópa seg føroyameistara eftir vestanstevnuróðurin.

Í ár eru bara tveir, sum hava tryggjað sær FM-heitið eftir sættu og næstsíðstu FM-stevnuna. Teir eru kvinnumanningin í 6-mannafarinum Jarnbardi hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn og gentumanningin (17-18 ár) á Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag.

Aðrar manningar, sum eins og hesar hava vunnið allar FM-stevnurnar í summar, eru enn ikki føroyameistarar, tó at ógvuliga lítið restar í. 

Her er talan um dreingjamanningina (14-16 ár) á Fípuni Føgru úr Klaksvík, manningin á 6-mannafarinum Sundabátinum (menn) úr Norðdepli/Hvannasundi og 8.mannafarið Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Vunnið FM
5 mannafør gentur (17-18 ár): Sílið (42 stig)
6 mannafør kvinnur: Jarnbardur (42 stig)

 

Næstan vunnið FM
5 mannafør dreingir (14-16 ár): Fípan Fagra 42 stig
6 mannafør menn: Sundabáturin 42 stig
8 mannafør: Ørvur 42 stig

 

FM-finalur
5. mannafør gentur (14-16 ár)

Kollur 39 stig
Pílur 37 stig

 

5. mannafør dreingir (17-18 ár)

Fípan Fagra 38 stig
Royndin Fríða 37 stig

 

5. mannafør kvinnur

Kjósin 40 stig

Fípan Fagra 38 stig

10. mannafør

Havnarbáturin 39 stig

Klaksvíkingur 39 stig

 

 

Havnarbáturin ella Klaksvíkingur

Mesti spenningurin er um 10. mannaførini. Kappingin stendur millum Havnarbátin og Klaksvíkingin.

Í stigum stendur á jøvnum. Teir hava vunnið tríggjar stevnur hvør, og verið nummar tvey á hinum trimum stevnunum.

Tað er meira sjáldan, at vit hava fingið beinleiðis FM-finaluróðrar millum 10.mannaførini á ólavsøku. Og hóast Havnarbáturin og Klaksvíkingur hava vunnið flest FM-heiti av 10-mannaførunum, hava teir ongantíð staðið í slíkari FM-finalu fyrr.

 

13-11

Havnarbáturin eigur 13 FM-heiti og Klaksvíkingurin 11.

Glæsiligu tíðarskeiðini hjá flaggskipunum hjá størstu býunum í Føroyum hava ikki umskarast fyrr.

Havnarbáturin gekk sína sigursgongd serliga í 70-árunum. Síðan aldaskiftið, tá Klaksvíkingur hevur herjað, hevur verið langt millum sigrarnar hjá Havnarbátinum.

Seinnu árini hava verið meira at kalla ein oyðimarkargongd hjá Havnarbátinum. Hann hevur ikki vunnið síðani 2008 - tá hevði Klaksvíkingur júst vunnið sítt fyrsta meistaraheiti. Klaksvíkingur hevur nú verið føroyameistari í fýra ár í eitt koyr. Einki er at siga til, um teir ganga við sjey ára FM-sigursmetinum hjá Havnarbátinum í tonkunum.

 

Ólavsøkufinalur millum 10. mannafør

Seinasta ólavsøkufinalan millum 10. mannafør var fyri tíggju árum síðani. Tá róðu Klaksvíkingur og Drekin Reyði av Argjum eina beinleiðis FM-finalu sínamillum. Í einum ógvuliga jøvnum og spennandi róðri koppaði Klaksvíkingurin Drekanum Reyða, sum var føroyameistari frá árinum fyri. Báðir endaðu við 45 stigum, men ólavsøkusigurin tryggjaði klaksvíkingum FM-heitið.

Ein líknandi støða var í 2008. Tá róðu Havnarbáturin og Ormurin Langi úr róðrarfelagnum Knørri í Havn eina FM-finalu. Havnarbáturin vann og otaði seg eitt stig framum Ormin. Klaksvíkingur var ikki altíð mannaður hesi árini, ei heldur í 2008. Bátsformaðurin á Havnarbátinum í 2008, Heini Hátún, sum frammanundan hevði róð við Klaksvíkingi, hevði størri álit á tí bátinum, og endin var, at havnarmenn vunnu FM-heitið í 2008 við Klaksvíkingi.

Í 2010 var hørð kapping millum Eysturoying og Vestmenning um FM, men Eysturoyingur stóð seg við at gerast nummar tvey á ólavsøku og kortini vinna FM. Í 2006 róði Eysturoyingur eina moralska FM-finalu móti Klaksvíkingi á ólavsøku. Rok var hetta árið um Eystanstevnuna. Eysturoyingur lá fastur í startinum, men stardómarin skeyt ikki róðurin av. Hetta fekk avgerandi ávirkan á FM-kappingina. Klaksvíkingur stóð til at vinna sítt fyrsta FM, men mong gleddu seg til ólavsøkuróðurin. Men tá róðu klaksvíkingar sum rættir meistarar og vunnu á Eysturoyingi í sokallaðu moralsku FM-finaluni.

FM-finaluróður var eisini í 2004. Kappingin stóð millum Havnarbátin og Nólsoyingin. Havnarbáturin vann og trokaði seg eitt stig framum Nólsoying. Nólsoyingur var eisini eitt stig ov stuttur árið fyri. Tá vann Eysturoyingur. Men á ólavsøku vann Nólsoyingur. Eysturoyingur stóð seg við at gerast nummar tvey í ólavsøkuróðrinum.

Í 1997 róðu Vestmenningur og Havnarbáturin finaluróður á ólavsøku. Hetta árið var eisini rok. Vestmenningar kærdu róðurin á Sundalagsstevnu í Kollafirði, sum Havnarbáturin vann. Vestmenningar fingu loksins viðhald í kæruni, og vunnu umróðurin. Teimum eydnaðist eisini at vinna ólavsøkuróðurin og FM-heitið.

Í 1996 var rættilig FM-finala millum Havnarbátin og Skálabátin á ólavsøku. Skálabáturin hevði vunnið ólavsøkuna fimm ár á rað, men í sera jøvnum og spennandi finaluróðri vann Havnarbáturin bæði ólavsøkuna og FM-heitið.

Somu bátar stóðu í aðrari FM-finalu í 1992. Tað gjørdist eisini ein rimmar finala í bestu tíð, sum nakrantíð er rógvin á ólavsøku. Skálabáturin vann við sera teprum sigri. 

Í 1991 vóru Havnarbáturin og Vestmenningur í beinleiðis FM-finaluróðri á ólavsøku. Havnarbáturin knógvaði Vestmenningi og vann FM, men Skálabáturin vann ólavsøkuróðurin.

Í 1990 var FM-finala millum Havnarbátin og Nólsoyingin. Havnarbáturin vann í stórum stíli. Ikki færri enn tólv (12!) 10 mannafør róðu á ólavsøku í 1990.

Í 1985 vóru Nólsoyingur og Tvørábáturin í FM-finaluróðri á ólavsøku. Nólsoyingurin vann. Tvørabáturin hevði heldur miseydnaðan ólavsøkuróður og endaði nummar fýra.

Nakað tað sama hendi í 1982. Nú stóð FM-kappingin millum Nólsoyingin og Vágbingin, men Vágbingur endaði nummar fimm á ólavsøku og lorkaði tí FM-heitið burtur. Nólsoyingur vann FM, men mátti dvína fyri Havnarbátinum, sum vann ólavsøkuna.

Í 1980 var FM-monopolið hjá Havnarbátinum tikið. Suðuroyarbátarnir kappaðust um meistaraheitið. Tvørabáturin var eitt stig undan Vágbingi á ólavsøku, men tá endaði Tvørabáturin nummar fýra. Vágbingur var nummar tvey, og vann tí FM-heitið við einum stigi meira enn kappingarneytarnir á Tvøroyri. Havnarbáturin kundi ugga seg við ólavsøkusigrinum.

Í 70-unum vóru tvær FM-finalur á ólavsøku millum 10 mannaførini. Tað var í 1976 og 1977. Í 1976 vinnur Havnarbáturin á Skálabátinum, og Í 1977 vinnur Havnarbáturin á Suðuroyingi. 

 

Skiftast at vinna

Klaksvíkingur hevur verið mestsum einaráðandi millum 10. mannaførini nú í nøkur ár. Talið á 10. mannaførum hevur eisini verið fallandi. 

Í summar hevur Klaksvíkingurin umsíðir fingið harða mótstøðu. Havnarbáturin og Klaksvíkingur hava eftir tørni vunnið hvør á øðrum. Norðingur, sum vann tveir róðrar í fjør, hevur ikki verið mentur at standa hinum báðum kurl, og hevur verið nummar trý á hvørjari stevnu í summar.

Havnarbáturin vann á norðoyastevnu  í sera spennandi kapping við Klaksvíking. Norðoyastevnuróðurin hevur verið tann javnasti í summar. 

Síðani vann Klaksvíkingur aðru og triðju stevnuna. Á Sundalagsstevnu var ein bátslongd á muni, á jóansøku ein hálv. Nú var líkt til, at Klaksvíkingurin aftur var á FM-kós.

Vendin kom á Varmakeldu. Nú róði Havnarbáturin sera væl og vann við einari bátslongd. Broytingar vóru innanborða hjá báðum. Ein á Klaksvíkingi, skálamaðurin Ivan Mrdalo, hevði brúdleypsdag, tí mátti eykamaður rógva fyri hann. Á Havnarbátinum var nýggjur maður sama morgun komin fyri annan, ið legðist sjúkur kvøldið fyri. 

Á Fjarðastevnu á Skála vann Klaksvíkingurin aftur. Nú vóru manningarnar tær somu aftur, sum á jóansøku. Tó hevði róðurskvinnan á Havnarbátinum forfall, fyri hana stýrdi róðurskvinnan á Tórsbátinum í fjør. Klaksvíkingurin stýrdi róðrinum á Fjarðastevnu og hevði leiðsluna allan vegin. Havnarbáturin gekk væl í spurtinum, og endaði í hálvum framskutinum á Klaksvíkingi, tá teir vóru á málinum.

Men á vestanstevnu í Sørvági var aftur viðvent í holuni. Nú leyp Havnarbáturin avstað og stýrdi róðrinum. Havnarbáturin var útivið eina bátslongd frammanfyri Klaksvíkingin á málinum.

Havnarbáturin hevði nú aftur somu manningina sum í Fuglafirði. Nýggi maðurin eitur Boas Hofgaard Heinesen. Hann rør á fremra rúmbekki. Bátsformaðurin, Kristian Linklett Mortansson, sum hevur róð á tí plássinum, situr nú á toftibekki fyri Virgar Johansen. 


Klaksvíkingur
Róðurskvinna
Tóra S. Hansen

Lærbekkur
Martin Joensen (stýriborð)
Herman Samuelsen (bakborð)

Rúmbekkur
Benjamin Sigurðsson (stýriborð)
Ivan Mrdalo (bakborð)

Fremri rúmbekkur
Jón Josephsen (stýriborð)
Símun Heinesen (bakborð)

Bógbekkur
Tóki Guðjónsson (stýriborð)
Kjartan T. Isaksen (bakborð)

Toftibekkur
Brandur Kjølbro (stýriborð)
Jógvan Højgaard (bakborð)

 

Havnarbáturin
Róðurskvinna
Linda Guttesen

Lærbekkur
Hans Petur Brekkstein (stýriborð)
Sølvi Smith (bakborð)

Rúmbekkur
Hallur Nattestad (stýriborð)
Mikkjal A. Jacobsen (bakborð)

Fremri rúmbekkur
Boas Hofgaard Heinesen (stýriborð)
Rasmus Jónsson (bakborð)

Bógbekkur
Eli Magnason Nielsen (stýriborð)
Sámal Debes Joensen (bakborð)

Toftibekkur
Mattias Durhuus (stýriborð)
Kristian Linklett Mortansson (bakborð)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Hósdag 4. desember
Kvørnin: "Íða", Frum
201033
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031
Mikudag 3. desember
DOK01452_HKH_E01_4K_OK - teknmálstulkað
200987
Mikudag 3. desember
HM25: Ísland - Montenegro
200970