Kringvarpið vísir eisini barnaróðurin á ólavsøku

Kringvarpið vísir eisini barnaróðurin á ólavsøku
Byrjað verður at senda klokkan 14 - á KvF 2, tá finaluróðurin hjá gentum er á skránni
Savnsmynd
 
27.07.2025 - 17:35

Kringvarpið sendir eisini frá barnaróðrunum á ólavsøku. 

Sent verður frá finaluróðrinum hjá gentum klokkan 14.00, og frá dreingjaróðrinum klokkan 14:30.

Sent verður á stroyminum - á KVF 2.

Børnini rógva undir setanarhaldinum á Vaglinum, og tí ber ikki til at senda barnaróðurin beinleiğis í útvarpi ella sjónvarpi. Men til ber kortini at síggja og hoyra róðrarnar á netinum.

Gentumanningarnar eru so nógvar, at rógvast má í tveimum riðlum. Manningarnar eru í alt tjúgu, men bara helvtin verður í finaluróðrinum.

Dreingjamanningarnar eru fjúrtan, og teir rógva allir saman.

Í FM-kappingini er støðan tann, at Broddur úr Sumba er á odda hjá gentunum. Broddur hevur 33 stig. Firvaldur av Tvøroyri og Svalan úr Vági hava 30 stig hvør. Suðuroyarbátarnir hava tí staðið seg best hjá gentunum.

Hjá dreingjunum er Havørnin úr Sandavági fremst við 32 stigum. Fiskurin úr Vági og Tekla úr Klaksvík hava 30 stig hvør.

Børnini rógva 500 metrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751