Heim til fólk við autismu byggjast á Argjum

Heim til fólk við autismu byggjast á Argjum
Uppskot um verklagslóg kemur í tingið í heyst. Lendis- og spreingiarbeiðið er boðið út
Heimið skal byggjast við Rygsá á Argjum.
 
30.07.2025 - 15:37

Ætlanin at byggja eitt nýtt sambýli til fólk við autismu kemur nú í løgtingið.

Sambært løglistanum verður uppskot um verklagslóg lagt fyri løgtingið í heyst.

Talan er um eitt sambýli til vaksin fólk við autismu. Tað skal byggjast við Rygsá á Argjum. Sambýlið verður bygt í fýra eindum, og er til 24 fólk. Seks fólk skulu búgva í hvørjari eind.

Sambært løglistanum skal bygningurin vera liðugur á vetri í 2027. Einki verður nevnt um, hvat bygningurin er mettur at kosta.

Landsverk er longu farið undir fyrireikingarnar, eitt nú er lendis- og spreingiarbeiðið bjóðað út. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849