Ljóðbrot: KÍ víðari til triðja umfar

Ljóðbrot: KÍ víðari til triðja umfar
KÍ skal spæla ímóti Neman Grodno úr Hvítarusslandi, og tann dysturin verður longu týskvøldið á Tórsvølli
Páll Klettskarð setti bóltin í netið fyri KÍ, sum vann 1-0 á serbiska liðnum, FK Radnicki
Mynd: KÍ á Facebook  
 
01.08.2025 - 10:45

KÍ fer víðari til triðja umfar í Conference League, eftir ein 1-0 sigur móti serbiska Radnicki í gjárkvøldið.

Einasta málið kom beint fyri hálvleik, og tað var eyðkenda KÍ-uppskriftin, sum enn einaferð riggaði, tá Árni Frederiksberg skeyt eitt hart og gott hornaspark innfyri, sum Páll Klettskarð fekk pannuna á, og stýrdi í málið.

Malid_hja_Pall_Klettskard

 

Bæði Árni Frederiksberg og Páll Kletsskarð søgdu eftir dystin, at í evropeiskum dystum fær KÍ ikki nógvar málmøguleikar, men at liðið leggur nógva áherðslu á deyðbóltar - eitt nú hornaspørk.

Arni_Frederiksberg_og_Pall_Klettskard_kl_1220

 

Næsta umfar skal KÍ spæla ímóti Neman Grodno úr Hvítarusslandi, og tann dysturin verður longu týskvøldið á Tórsvølli.

 

HB tapti tepurt

Á Brøndby Stadion mundi HB givið heimaliðnum ein hvøkk móti dystarenda, men Brøndby vann dystin 1-0 við máli, sum japanski Shō Fukuda skeyt, tá 31 minuttir vóru farnir.

Hóast Brøndby hevði bóltin mest, so var líka við, at HB endurtók bragdið á Tórsvølli móti dystarenda. Í yvirtíðini hevði HB fleiri møguleikar, men neyvleikin og hepnið var ikki við teimum. 

 

Gamal kenningur

Víkingur kennir nú eisini sína mótstøðu í triðja umfari av Conference League, og tað er ein gamal kenningur, sum aftur vitjar í Føroyum.

Linfield úr Norðurírlandi vitjar Tórsvøll tann 7. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096