Klaksvíkar kommuna visti einki um nakran sandvøll til flogbólt

Klaksvíkar kommuna visti einki um nakran sandvøll til flogbólt
Ein sandvøllur skuldi til fyri at flogbólturin kundi hýsast í Klaksvík til Oyggjaleikirnar, men kommunan hevur einki frætt um hetta, sigur Karl Johansen, borgarstjóri
 
05.08.2025 - 21:55

Tað er Oyggjaleikanevndin, sum hevur skapt ein trupulleika. 

Tað sigur Flogbóltsambandið í tíðindaskrivi til miðlarnar seinnapartin. 

Í útvarpinum á døgurða segði Teitur Samuelsen, formaður í Oyggjaleikanevndini, at orsøkin til, at manm hevur flutt flogbóltin úr Klaksvík til Giljanesar og Kambsdal er, at tað var eitt krav frá Flogbóltsambandinum. 

Tað er ikki heilt so, sigur Flogbóltssambandið - men tey høvdu sett sum krav, at sandvøllir skuldu vera har, sum flogbólturin skuldi vera, so Oyggjaleikirnir kundu gerast grundalag undir at byrja sandflogbólt í Føroyum.

Hetta høvdu tey gjørt kommunnum greitt, men bert Vága- og Fuglafjarðar kommuna vendu aftur, sigur Flogbóltsambandið.

Í Klaksvík siga tey seg einki hava frætt um hetta.

- Vit fingu tað at vita, tá avgerðin longu var tikin, at flogbólturin ikki skuldi vera í Klaksvík á Oyggjaleikunum í 2027, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Hoyr innslag á nátturða her:

Karl_Johansen_og_OYL

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558