ST kannar, hví journalistar á Al Jazeera eru dripnir

ST kannar, hví journalistar á Al Jazeera eru dripnir
Ísraelski herurin sigur, at journalisturin Anas Al-Sharif var dripin, tí hann sambært Ísrael var leiðari í eini yvirgangseind hjá Hamas
Ísrael sigur, at Anas Al Sharif var dripin, tí hann stóð á odd fyri eini yvirgangseind hjá Hamas.
Mynd: Dawoud Abu Alkas/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.08.2025 - 14:15

ST fer at kanna, hví Anas Al-Sharif og fýra aðrir journalistur á sjónvarpsstøðini og miðlinum Al Jazeera vóru dripnir.

Tað sigur talsfólkið hjá ST-aðalskrivaranum, António Guterres, Stephane Dujarric, í fráboðan frá ST, har stovnurin sigur seg taka frástøðu frá drápinum av fimm journalistum í Gasa.

- Í Gasa og aðrastaðni skulu miðlafólk kunna arbeiða, uttan at vera í vanda fyri at verða álopin. Tað er avgerandi, at journalistar hava atgongd til øll øki í Gaza og frítt kunnu siga frá haðani, sigur ST talsfólkið.

Sambært felagsskapinum CPJ, sum virkar til frama fyri at verja journalistar, eru 186 journalistar dripnir í Gasa, síðani álopið 7. oktober.

 

Fimm journalistar á Al Jazeera eru dripnir í Gasa seinastu dagarnar. (Mynd: Al Jazeera)

 

Álop á tjald

Teir fimm journalistarnir hjá Al Jazeera  doyðu í einum álopi í gjár á eitt tjald, har journalistar hildu til.

Ísraelski herurin hevur tikið ábyrgd av drápinum av Anas Al-Sharif og sigur, at hann var leiðari í eini yvirgangseind hjá Hamas.

Hann var dripin 11 dagar eftir, at serligi eygleiðarin fyri talufrælsi hjá ST, Irene Kahn, ávaraði um, hann var í lívsvanda. 

Tað vóru ákærurnar um, at Anas Al-Sharif var partur av Hamas, sum fingu Irene Kahn at stúra fyri lívi hansara. 

Tann 31. juli skrivaði hon vegna ST í fráboðan, at ákærurnar móti 28 ára gamla journalistinum eru ein skammleys roynd at seta lív hansara í vanda, og at lond, sum siga seg stríðast fyri frælsum miðlum, eiga at mótmæla álopini á journalistar, sum bara gera sítt arbeiði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297