KÍ og Víkingur spæla Evropa-fótbólt í kvøld

KÍ og Víkingur spæla Evropa-fótbólt í kvøld
Í kvøld verður seinna uppgerðin í 3. undanumfarinum í UEFA Conference League kappingini. KÍ og Víkingur hava bæði sigrar við á ferðini til ávikavist Szeged í Ungarn og Belfast
 
14.08.2025 - 15:33

Tvey føroysk feløg eru eftir í evropiskum fótbólti í ár. Bæði KÍ og Víkingur fingu heimasigrar í fyrra dystinum í 3. undanumfarinum í UEFA Conference League kappingini. KÍ vann rímiliga sannførandi 2-0 á Neman Grodno úr Hvítarusslandi, meðan Víkingur vann tepurt 2-1 móti norðurírska Linfield.

 

Í kvøld verða returdystirnir. KÍ spælir móti Neman Grodno í Szeged í Ungarn, tí UEFA hevur bannað hvítarussiskum liðnum at spæla á heimavølli, so leingi kríggj er í Ukraina. Dysturin verður spældur uttan áskoðarar. Størsta avbjóðingin hjá KÍ verður helst veðrið. Tað verður sagt úr Ungarn, at tað verða yvir 30 hitastig, tá dysturin byrjar. Flest allir mans eru tøkir.

 

Lagið er eisini gott í Belfast, har Víkingur og einir 40 viðhaldsfólk gera seg tilreiðar at verja 2-1 leiðsluna móti Linfield FC. Hetta er fimtu ferð, at føroysk feløg royna at knúgva norðurírska høvðusstaðarfelagnum, men tað hevur ongantíð eydnast enn. Fyri Víking kemur tað væl við, at landsliðsmálverjin, Bárður á Reynatrøð, er tøkur aftur. Olaf Bárðarson hevur fravegis leikbann.

 

KÍ og Víkingur spæla um at koma í “Play-off” dystirnar, sum er seinasta stigið áðrenn deildarspælið. Um KÍ vinnur, so møta teir spanska høvðusstaðarfelagnum Rayo Vallecano, meðan Víkingur skal til Dublin at spæla móti írska Shelbourne.

 

UEFA Conference League – 3. undanumfar:

14. august 2025

19:00: Neman Grodno (0) – (2) KÍ

19:45: Linfield FC (1) – (2) Víkingur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334