Sam røkir kalsoyarleiðina fyribils

Sam røkir kalsoyarleiðina fyribils
Seinnapartin í dag verður fundur milum avvarðandi partar um avbjóðingarnar, tá Teistin verður settur í sigling
Sam røkir nú aftur kalsoyarleiðina.
 
20.08.2025 - 10:05

At seta Sam aftur í sigling millum Klaksvík og Kallsoynna er bert ein fyribils loysn.

Tá rampuviðurskiftini er í lagi, fer Teistin at sigla í Kallsoynna, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Arbeitt hevur verið við at gera nýggja rampu til Tesitan, men hetta arbeiðið er ikki liðugt enn.

Klokkan eitt verður fundur í Klaksvík millum avvarðandi partar.

Tá fara umboð fyri Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar havn, Strandferðsluna og Landsverk hittast.

Tey fara at umrøða viðurskiftini og møguligar avbjóðingar í sambandi við, at Teistin í næstum fer at sigla í Kallsoynna.

Sam røkir kalsoyarleiðina fyribils, og hann siglir eftir ferðaætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065