- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greining: Slit sæst aftur á landsliðnum

Tað var væl av fólki í Trinstovu á Tórsvølli, tá Eyðun Klakstein úttók hópin til HM-undankappingardystirnar móti Kroatia og Gibraltar. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli 5. septembur, og seinni dysturin verður í Gibraltar 8. septembur.
Sermerkt við landsliðsúttøkuni hesa ferð var, at fleiri spælarar eru ikki við vegna slit. Talan er um Hall Hansson, René Shaki Joensen og Patrik Johannesen. Teir tríggir KÍ-spælararnir hava allir skaðar at dragast við. Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, segði á tíðindafundinum, at hesir spælararnir verða saknaðir, men at hetta er í samráð millum spælarar, landsliðið og KÍ. Hallur Hansson hevur leingi havt avbjóðingar við knænum. Hann bleiv eisini útskiftur í hálvleikinum móti HB í gjár.
René Shaki Joensen sigur við 3-2 í dag, at hann hevur havt bruna í lærkrikanum í einar tríggjar mánaðir, og hevur tí ikki fingið vant. Patrik Johannesen hevur avbjóðar við hælsinuni. Hallur Hansson er liðskipari á landsliðnum, René Shaki Joensen ein av stinnastu spælarunum í verjustøðu og Patrik Johannesen avgjørdi dystin móti Gibraltar seinast.
Eisini Viljormur Davidsen er ivasamur. Hann fór út við skaða í tjúkkanum móti KÍ. Eyðun Klakstein sigur, at varaliðskiparin skal kannast ein av komandi døgunum. Um hann ikki verður klárur, so er avloysari til reiðar at traðka til. Eyðun Klakstein vildi tó ikki siga hvør avloysarin er.
Eisini góð tíðindi
Tað er hørð kapping um málmansplássið, har Mattias H. Lamhauge hevur fingið pláss í málinum hjá FC Fredericia seinastu dagarnar, meðan Bárður á Reynatrøð hevur staðið í mál seinastu landsdystirnar. Bjarti V. Mørk úr HB hevur vunnið dystin um triðja málmansplássið frá Ara í Haraldsstovu Petersen.
Meðan nakrir sita yvir við skaða, er tað gleðiligt, at Meinhard E. Olsen, Jóannes Bjartalíð og Géza Dávid Turi eru við aftur. Meinhard E. Olsen var skaddur til seinastu landsliðssamling, men er klárur aftur. Tað er Jóannes Bjartalíð eisini. Hann hevur ikki spælt á landsliðnum síðani novembur 2024.
Géza Dávid Turi hevur framvegis ikki fingið sínar fyrstu landsliðsminuttir, hóast hann var úttikið fyrr í ár. Seinast var hann ikki við, tí hann ikki spældi fyri nýggja felagið, Grimsby. Nú spælir miðvallarin javnan, og tað er ikki ósannlíkt, at Géza Dávid Turi nú fer at fáa sínar fyrstu minuttir.
Av øðrum kunnu nevnast Samuel Chukwudi Johansen og Martin Agnarsson, sum eru við. Samuel Chukwudi Johansen var ikki við seinast, men spælir fast í finska SJK Seinäjoki. Martin Agnarsson kom inn sum eykamaður fyrr í ár. Hann er nú við í uppruna hópinum.
Niðurstøða
Tað sæst slit á landsliðnum. Fleiri profilar hava meldað frá ella eru ivasamir. Umframt teir nevndu, hevur Odmar Færø eisini havt ávísar trupulleikar seinastu dystirnar. Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð hava eisini spælt at kalla fulla tíð hjá KÍ alt kappingarárið.
HOYR EISINI: Landsliðsúttøkan uppi at venda í Fótbóltspráti
Eyðun Klakstein hevur nortið við, at tað verður eitt ávíst ættarliðsskiftið á landsliðnum komandi árini. Í løtuni sæst tað ikki á úttøkuni, um vit hyggja eftir miðalaldri og nøvnum, men tað eru eisini greið tekin um, at komandi ættarlið skal til at gera seg til reiðar. Onkrir teirra fáa helst møguleikan í komandi landsliðsumfari, men tað er langtsíðani at slit hevur sæst so væl á eini landsliðsúttøku.
Her er hópurin:
Málmenn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti V. Mørk, HB Tórshavn
Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Póland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn (Fær nakrar dagar)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarspælarar
Brandur H. Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup B. Andreassen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB Tórshavn
Geza David Turi, Grimsby Town (Ongland)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Álopsspælarar
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)



























