Kringvarpið ruskar í vetrarskránna hjá útvarpinum

Um KVFTíðindi
Kringvarpið ruskar í vetrarskránna hjá útvarpinum
Útvarpsskráin verður styrkt munandi í vetur. Serliga fyrrapartarnir verða meira livandi við beinleiðis sendingum
Nýggja vetrarskráin byrjar 1. september.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29-08-2025

Vetrarskráin í útvarpinum byrjar í næstum, og sum vant er nógv gott og fjølbroytt tilfar á skránni. Tú kanst hugdýpa teg í poddvørpum og útvarpsdokumentarum, fylgja við tíðindum og aktualiteti ella bara njóta góðan tónleik. Og hetta kanst tú gera, júst tá ið tú hevur hug, tí tilfarið er alt tøkt á KVF Ljóð. Vit hoyra bæði kendar sendingar og nýggjar røðir, og dentur verður lagdur á at gera serliga fyrrapartarnar í útvarpinum meira livandi og viðkomandi við fleiri beinleiðis sendingum og sambandi við lurtararnar.

Tí verður eitt sindur ruskað upp í teimum føstu karmunum – fleiri av kendu sendingunum fáa nýggjar senditíðir, meðan aðrar broytast eitt sindur innihaldsliga. 

Eitt nú verða væl uppløgdu vertirnir í Skratsj at hoyra longu klokkan 10 mikudagar. Og mongu og trúgvu lurtararnir hjá Fótbóltsprátinum mánadagar um døgurðatíð mugu venja seg við, at sendingin somuleiðis verður flutt fram til klokkan 10.

Les meira um sendingarnar og skránna niðanfyri.


Mentan og aktualitetur 

Kringvarpið leggur seg sum vant eftir at undirhalda, upplýsa og veita tey feskastu tíðindini. Fleiri gamlir kenningar verða at hoyra í vetur, eitt nú Við Tórði á Túri, Orðaval og Vágskálin, og so kemur Kvørnin aftur við sínum skørpu tónleikaummælum. Vikuskiftini bjóða m.a. upp á Vikuna, Plátubarrina og Akademia.

Breddin er framvegis á skrá við kjaki og viðgerð av aktuellum evnum týsdag, hósdag og fríggjadag, men sum nakað nýtt verður hann endursendur eftir tíðindini klokkan 16 sama dag.


Vit bjóða sjálvandi eisini fleiri nýggjar sendingar í ymsum sjangrum. Kultura er ein teirra.

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini verða ikki-aktuel evni tikin upp, ið eru viðkomandi og treingja til viðgerð.

Í hvørjari sending eru tvey-trý mentanarevni ella søgur og eitt mentanarviðmæli á skránni. Av og á verður eisini kjak, har umboð fyri ymisk sjónarmið koma í útvarpsstovuna at skifta orð um viðkomandi mentanarlig evnir. 

Lív Mikkelsen leggur sendingina til rættis, og hon er á skrá 3. september.

Í heyst og fram til jóla verður sendirøðin Akademia á skrá sunnudagar klokkan 14.15. 

Fyri árum síðani var fakið 'filosofikum' kravt á lærdum háskúlum. Men smátt um smátt helt mann tað ikki vera fyri neyðini longur. Í dag saðlar mann um og hevur aftur sett fakið á dagsskrá. 

Tí filosofikum viðger evni og støður, sum vit øll frá tíð til aðra spyrja: "Hvat er tað góða lívið", "hví skulu vit gáa um og spyrja", "hvat er vitan, og hvat er rong vitan" og mangt annað.

Armgarð Arge og Jógvan D. Hansen, námslektari, eru vertur og gestavertur.


Tónleikur fyllir eisini nógv í útvarpinum, og hvørja viku er ein long røð av tónleikasendingum – einar fimtan í tali – á skránni. Hesa vetrarskránna eru tvær nýggjar tónleikasendingar – 'Beinleiðis úr Studio 5' og 'Nýtt ljóð'.

Beinleiðis úr Studio 5 er sending fríggjadag fyrrapart við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla. Í minsta lagi tvey løg verða framførd í hvørjari sending, og harumframt ger verturin, Rúni Jákupsson, samrøðu við tónleikararnar, ið koma á gátt.

Og Nýtt ljóð verður send hvønn hósdag og presenterar feskastu, føroysku útgávurnar. Tað er sostatt tað nýggjasta innan føroyskan tónleik, sum fær pláss, bæði hjá royndum tónleikarum og hjá teimum, ið eru á veg inn á tónleikapallin.


Børn 

Kappingin um uppmerksemið og tíðina hjá børnum og ungum er ovurhondsstór. Og Kringvarpið hevur tí seinnu árini raðfest hetta økið høgt.

Barnaútvarpið byrjar aftur mánamorgunin 1. september, og hesa ferð leggja vit fyri við einari heilt nýggjari røð av Mórugøtu. Tað er Jákup Veyhe, sum ger væl umtóktu barnasendingarnar, sum tey vaksnu eisini hava tikið til sín. Barnaútvarpið er hvønn gerandismorgun klokkan 7.15.

Í sjónvarpinum verður sent hvørt kvøld við blandaðum tilfari, og onkrar nýggjar sendingar verða avdúkaðar seinni. Í barnaútvarpinum eru søgur, prát og spennandi leikir. Allar sendingarnar finnur tú í KVF VIT-appini og á barnasíðuni kvf.fo/vit.


Poddvørp og útvarpsdokumentarar

Týsdagar eru røðir á skránni, summar gjørdar av fríyrkisfólki og summar av starvsfólki í Kringvarpinum. Lagt verður fyri týsdagin 2. september við 'Svik á netinum', sum er sending í tveimum pørtum um íløgusvik og kærleikssvik. Vit hoyra bæði frá fólki, sum eru vorðin snýtt, og frá bankafólki og Talgildu Føroym, sum geva góð ráð um trygd á netinum. Jákup Dahl leggur til rættis. 

Frá týsdegnum 16. september kunnu lurtarar eisini verða upplýstir um skiftisárini hjá kvinnum. 'Skiftið' er poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum – eitt evni, sum ikki ofta verður tikið fram alment, men sum allar kvinnur á ein ella annan hátt skulu ígjøgnum. Vit hoyra frá bæði serfrøðingum og einum paneli av kvinnum, sum siga frá sínum upplivingum. Elin Michelsen leggur røðina til rættis.

Seinni í heyst verður tikið saman um koronutíðina í Føroyum í røð í trimum pørtum, sum Annika Bolton Mortensen leggur til rættis. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863

Um kvf css