Støðumeting: Tvey fram og eitt aftur

Støðumeting: Tvey fram og eitt aftur
Manslandsliðið í fótbólti skal í næstum spæla móti Kroatia og Gibraltar í HM-undankappingini. Vit hava gjørt ein støðumeting av hópinum, nú spælararnir møta í dag
Liðið, sum byrjaði inni móti Montenegro fyrr í ár
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
01.09.2025 - 17:57

Fríggjadagin er tað Luka Modric og Kroatia á Tórsvølli, og mánadagin tekur Gibraltar ímóti. Venjaratoymið á landsliðnum, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, hava úttikið hópin til dystirnar. Á tíðindafundinum kom fram, at Hallur Hansson, Réne Shaki Joensen og Patrik Johannesen eru so mikið skaddir, at teir ikki verða við.

Tí eru fleiri broytingar á landsliðnum. Meinhard E. Olsen, Jóannes Bjartalíð og Géza Dávid Turi eru við aftur. Bjarti V. Mørk hevur vunnið dystin við Ara í Haraldstovu Petersen um triðja plássið millum stengurnar. Samuel J. Chukwudi er við aftur, og Martin Agnarsson er við í grundhópinum hesa ferð. Hann kom við upp á avboð fyrr í ár.

 

Her er ein støðumeting av føroysku landsliðsspælarunum:

 

Málmenn:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur: Spælir fast hjá Víkingi, men sat yvir í tveimum dystum í summar, tí hann bleiv pápi. Avrikini hava verið á eini leið, men tey standa ikki heilt mát við avrikini í fjør. Er einasti spælarin hjá Víkingi á landsliðnum. Stóð seinast, og tað er ikki ósannlíkt, at hann heldur fast í plássinum.

Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark): Hevur fingið kærkomna spælitíð í Superliguni seinasta mánaðin, men misti plássið um vikuskiftið. Felagið hevur keypt annan málverja, og venjarin hevur boðað frá, at Mattias ikki fær kjansin komandi tíðina. Ikki gott, tí flytingarvindeygað letur aftur flesta staðni í dag. Spurningurin er so, um fýra dystir í Superliguni eru nóg mikið til at vinna plássið?

Bjarti V. Mørk, HB Tórshavn: Hevur sett seg tungt á málmanssessin í HB og spælir hvørja ferð. Hann hevur vunnið seg fram í hesum kappingarárinum. Er við sum triðja val.

 


Kappingin um málmansplássið á landsliðnum stendur ímillum Bárð á Reynatrøð og Mattias H. Lamhauge, og ilt er at meta um, hvør fær álitið hesa ferð. (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

 

Verjuspælarar:

Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Póland): Tá vit skriva “tvey fram”, er hesin maðurin ein partur av tí. Wisla Plock flutti farna kappingarár upp í bestu deildina. Toftamaðurin hevur hildið fast í plássinum í miðverjuni og hevur spælt nakrar góðar dystir. Andrias er óiva ætlaður ein lyklaleiklut til báðar landsdystirnar.

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland): Miðverjin úr Leirvík hevur verið skaddur í seinastuni, men er klárur til landsdystirnar. Vandin er vantandi dystarformur, men tað er ongin ivi um, at Gunnar verður við frá byrjan í báðum dystunum, um fysikkurin loyvir tí.

Samuel J. Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland): 22 ára gamli miðverjin er við aftur, eftir at hann sat uttanfyri seinast. Er nokk við sum varamaður í miðverjuni. Spælir nógv, og tað ljóðar, at SJK metir, at ein søla til annað felag ikki er óhugsandi. Helst fær Samuel nakrar minuttir, men uttan skaðar, er ósannlíkt, at teir koma frá byrjan.

Odmar Færø, KÍ Klaksvík: Verjuskansin er eitt av álitunum á føroyska landsliðnum, og tað er ongin ivi um, at hann er eitt av fyrstu nøvnunum á taktikktalvuni, tá liðið skal setast. Nú fleiri av KÍ-spælarunum hava havt avbjóðingar við sliti, er spurningurin, um Odmar heldur til tvær ferðir 180 minuttir.

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn (Fær nakrar dagar): Bleiv skaddur fyri eini viku síðan, men hevur fingið kjansin at koma seg áðrenn dystirnar. Hann venur við og er liðskipari. Tí er ilt at ímynda sær, at hann ikki byrjar á vinstra vongbakkinum.

Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark): Ungi bakkurin spælir við fullari ferð í næstbestu deildini í Danmark. Hann er við, tí hann er skjótur og hevur nógvar metrar í beinunum. Hetta kann bæði brúkast móti fótfimu kroatunum og móti Gibraltar, um dysturin bylgjar aftur og fram.

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík: Hevur spælt út í eitt í ár. Hevur tikið fetið til fyrsta val á høgra vongbakki á landsliðnum, og tað er ongin orsøk til at halda, at tað ikki stendur við til komandi landsdystirnar.

Jann Benjaminsen, NSÍ Runavík: Hevur bæði verið við frá byrjan og á uttasta mandati á landsliðnum. Hesa ferð kundi verið líkt til, at hann hevur nakrar møguleikar at fáa minuttir, men helst er tað sum innhoppari fyri Jóannes K. Danielsen.

 

landsligsvenjing-38.jpg

Caption: 
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Brandur Hendriksson

Brandur H. Olsen er enn sum áður lyklaspælari á føroyska landsliðnum. Skálvíkingurin er avgerandi fyri, um føroyska spælið við bólti skal hepnast. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Miðvallarar:

Brandur Hendriksson, NSÍ Runavík: Kanska størsti profilurin á føroyska liðnum. Spælir fast á miðvøllinum hjá NSÍ, har hann javnan skorar upp á fríspørk. Fyribils bendir lítið á, at hann er merktur av at skifta yrkisfótbólt uttanlands út við NSÍ. Hann spælir óivað báðar dystirnar.

Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia): Er útleigaður til næstbestu deildina í Slovenia. Manglaði spælitíð í NK Celja, men tað hevur hann fingið nú. Hanus er ein av teimum, sum skal bera landsliðið nú, men tað er ikki vist, at hann fær tveir dystir frá byrjan.

Jákup B. Andreassen, KÍ Klaksvík: Liðskiparin hjá KÍ hevur verið garantur fyri javnvág á liðnum hjá KÍ og til tíðir á landsliðnum. Í ár hevur hann ikki avrikað eins væl, men tað merkir ikki, at hann ikki fær kjansin, nú aðrir miðvallarar ikki eru við. Ósannlíkt, at hann spælir meira enn tann eina dystin frá byrjan – um tað yvirhøvur.

Noah Mneney, HB Tórshavn: Stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá HB veksur við uppgávuni. Hann hevur verið ein týðandi partur av framgongdini hjá HB síðan venjaraskiftið. Tó bendir lítið á, at hann fær nakran dyst frá byrjan, nú landsliðið spælir við tveimum mitt á miðjuni.

Géza Dávid Turi, Grimsby Town (Ongland): Mest umtalaði spælarin á føroyska landsliðnum, eftir at hann og Grimsby vunnu á Manchester United í Carabao-steypakappingini. Miðvallarin hevur enn sínar fyrstu minuttir til góðar á landsliðnum, men hann er nærri nú enn nakrantíð.

Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark): Hann spælir og skorar fyri Hillerød, men hóast hann hevur fingið kjansin á landsliðnum, so koma málini ikki. Nú er kappingin harðari, og útlitini fyri spælitíð eru minni enn til seinastu úttøku. Men fær Adrian hol á, er ongin ivi um, at hann verður á vøllinum.

Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík: Árni hevur spælt við fullari ferð alt kappingarárið. Hóast avrikini ikki eru á somu hædd sum á sumri 2023, er Árni avgerandi. Hann er ikki við fyri at sita á bonkinum, vóru boðini seinast. Tað stendur við.

Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark): Hevur longu fingið sítt fyrsta mál í Hillerød og bankar upp á til landsliðið. Serliga til ein dyst, sum tann móti Kroatia, har thart arbeið myndar dagsskránna. Hann hevur profilin til at blíva landsliðsspælari.

Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg): Tað verður ongin landsdystur uttan Jóannes Bjartalíð. Saman við Brandi er hann størsti profilurin. Einasti spurningurin kann verða, um hann skal sparast eitt sindur móti Kroatia, tí Føroyar fáa brúk fyri málum móti Gibraltar. Hann hevur verið skaddur í seinastuni, men byrjaði inni seinast fyri Fredrikstad.

 


Patrik Johannesen avgjørdi heimadystin ímóti Gibraltar. Hann er ikki við hesa ferð, so málini mugu koma frá onkrum øðrum. (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

 

Áleyparar:

Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík: Hann hevur ikki fingið sítt fyrsta landsliðsmál enn, men hann fær nokk ikki ein betri møguleika enn móti Gibraltar. Tað sær út til at verða jøvn kapping um fremsta plássið.

Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark): Skjóti vongurin er úttikin sum áleypari hesa ferð. Hetta helst sum eitt svar upp á skaðan hjá Peturi Knudsen. Hann er tann einasti av áleyparunum við nógvari ferð, og tí er sannlíkt, at hann spælir í báðum dystunum, men fær ikki fulla tíð.

Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland): Tað tók eina løtu hjá toftamanninum at vinna seg inn í landsliðshitan hjá Eyðuni Klakstein. Hann tók partvís av í dystinum móti Gibraltar. Tá kom hann við upp á avboð. Nú er hann við í upprunaliga hópinum, og tað sigur okkum, at Jóan Símun Edmundsson er ætlaður at spæla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256