Listastovan bjóðar teimum stóru spælistøðunum av

Listastovan bjóðar teimum stóru spælistøðunum av
Við stuðli frá landi og kommunu, so hevur tað eydnast sjálvbodnum í Vágum at stápla eitt av bestu spælistøðum í landinum upp á beinini í einum gomlum møtisali hjá Brøðrunum
Mynd: Jonas Gaardlykke Rossum  
 
04.09.2025 - 22:00

Tú merkir tað alt fyri eitt, tú kemur á gátt í Listastovuni í Miðvági. 

Tað er eitt heilt serligt huglag í gamla møtisalinum hjá Brøðrunum, Salem, ið er væl varðveittur og meir ella minni í upprunastandi. 

Tað er eins og søgan hjá húsinum, og virksemið, sum upprunaliga var í tí, spælir við, tá konsertir eru í Listastovuni. 

Hetta var ongantíð meira eyðsæð, enn tá heimskendi íslendski sangarin og sangskrivarin Ásgeir Trausti spældi eina solokonsert í Listastovuni 2. juni í fjør. Tað var ein gandakend løta, har sangari og salur spældu saman, so alt fór upp í eina hægri eind. 


Ásgeri Trausti spældi eina gandakenda konsert í Listastovuni í juni í fjør (Mynd: Jonas Gaardlykke Rossum)

 

Krústerk skrá

Síðani Salem í 2016 lat dyrnar upp í sínum nýggja líki sum mentanarhúsið Listastovan, so hevur staðið stútt og støðugt vunnið seg fram millum bestu og virknastu spælistøð í landinum.

Og nú Listastovan nærkast teimum 10 árunum, so borðreiðir hesin ópoleraði gimsteinur av einum spælistaði við einari krútsterkari skrá fyri heystið.

Longu nú leygarkvøldið verður konsert við sera spennandi bólkinum South of Savoy úr Finnlandi, Estlandi og Danmark. 

 

South of Savoy

South of Savoy hevur røtur í vátlendi, skógum og vøtnum í Estlandi, Finnlandi og Danmark, men hevur basu í Talinn í Estlandi.

Bólkurin kemur til Miðvágs við einum nýggjum íkasti til amerikanska southern rock-tónleikastílin.

Tónleikurin hjá South of Savoy er ein dynamisk samanrenning av rock’n’roll, soul og blues, har teirra ráa, men fína tulking gevur teimum eitt eyðkent og djarvt ljóð, sum hevur vakt ans á fleiri altjóða pallum.

 

Esmar hitar upp

South of Savoy verður ikki einsamallur í Listastovuni leygarkvøldið, tí dugnaligi lokali sangarin og sangskrivarin Esmar fer at hita upp. 

Esmar skrivar sangir, ið fáa íblástur úr lívsins fjølbroyttu støðum, tíðarskeiðum og nuansum. Í tónleikinum viðger hann evnir sum vón, sorg, gleði, kærleika og trúgv. Sangirnir fevna breitt: frá friðarligum, poppkendum tónum til meira alternativ og rokkut løg. Og tónleikurin ber brá av bæði heimligum og altjóða dámi, og gevur lurtaranum eina kenslu av at vera á ferð – millum ljós og myrkur, styrki og veikleika.


(Mynd: Jonas Gaardlykke Rossum)
 

Skráin fyri heystið í Listastovuni

06. september: Sout of Savyo (ES/FI/DK) (Esmar hitar upp)
13. september: Teitur & Girls in Airports
04. oktober: Wako
25. oktober: Ragnar Finsson
14. november: 200 & Ham (IS)

 

Skal stimbra mentanarliga

Sölvi Símonarson er sjálvboðin fyriskipari av konsertum og tiltøkum í Listastovuni. 

Sambært Sölva, so er málið við Listastovan at stimbra mentanarliga umhvørvið í Vágum, eggja listafólki til at mennast, og leggja dent á at bera fram upprunaverk í miðdeplinum. Eisini verður arbeitt við at menna tónleika- og konsertmentanina í Vágum.


Sölvi Símonarson til eina móttøku á Iceland Airwaves í Reykjavík
 

Hvat er Listastovan?

Listastovan er eitt mentanarhús í Vága kommunu, sum verður rikið av áhugafelagnum Listastovan. Felagið er mannað av lokalum og tilflytarum við ymiskum bakgrundum innan list og kreativitet. Nevnd og limir skipa fyri tiltøkum sum konsertum, skeiðum, sjónleiki og fyrilestrum o.a. Øll fyriskipanin byggir á sjálvboðið arbeiði.

 

Hvat er endamálið við Listastovuni?

Endamálið hjá felagnum er at skapa karmar fyri fjølbroyttum listarligum og kreativum virksemi. Ein týðandi partur av hesum er eisini at byggja netverk uttanlands og bjóða útlendskum tónleikanøvnum til Føroyar – samstundis sum vit skapa møguleikar fyri føroyskar tónleikarar at sleppa út í heim. Soleiðis kemur arbeiðið ikki bara Listastovuni, men eisini føroysku tónleikavinnuni sum heild til góðar.


Mynd: Jonas Gaardlykke Rossum
 

Hvussu ber til, at eitt lítið spælistað sum Listastovan kann hava eina so spennandi skrá í heyst? 

Listastovan fær eitt sindur av stuðli frá Vága kommunu, sum skal brúkast til ymist listarligt og mentanarligt virksemi. Og so hevur nýggja stuðulsskipanin hjá Tónleikasambandinum – Økistónar – stóran týdning, tí hon ger tað møguligt at løna tónleikarum og ljóðfólki. Ein týðandi partur er eisini sjálvbodna arbeiðið við fyrireiking, uppseting og avruddan, og mangt annað sum ger, at tiltøkini yvirhøvur bera til. Við stuðli frá Føroysku tónleikaútflutningsstovuni (FMX) ber eisini til hjá mær at luttaka á altjóða showcase-festivalum sum Iceland Airwaves. Har fái eg íblástur, læri av øðrum og – ikki minst – finni nýggj spennandi tónleikanøvn, sum vit kunnu bjóða til Føroyar. Hetta er sovoðið, ið eg geri sjálvboðið, og tað er ikki á nakran hátt fíggjað av Listastovuni. Tú kanst siga, at hetta er mítt frítíðarítriv. Har onnur fara til fótbóltsdystir uttanlands, so fari eg til showcase-festivalar at netverka. 

 

Hvat fyri tónleikanøvnum og tiltøkum leggja tit tykkum eftir?

Treytin er, at tónleikurin skal vera upprunaverk ella tulkaður av nýggjum. Listastovan leggur seg ikki eftir einum ávísum tónleikastíli – alt frá klassiskum til metal hevur verið á skránni. Tað týdningarmesta er, at tónleikurin er góður og væl framførdur. Eg leggi eisini stóran dent á, at konsertirnar kunnu skapa nýggj sambond og netverk, sum styrkja bæði lokalt og altjóða.

 

Hvussu bar til, at tit fingu eitt so spennandi navn sum South of Savoy at koma til Miðvágs? 

Eg vitji, sum sagt, javnan á altjóða showcase-festivalum, tó mest á Iceland Airwaves, har eg havi luttikið sum tónleikarasamskipari vegna Listastovuna. Har sá eg eitt nú íslendsku Bríet fyrstu ferð og bookaði hana so til at spæla í Listastovuni og á øðrum spælistøðum í Føroyum. Í fjør sá eg South of Savoy tvær ferðir á Iceland Airwaves. Bólkurin gjørdi stórt inntrykk, við nógvari orku á pallinum og tónleiki, sum liggur nær tí føroysku tónleikamentanini – ein blanding av rock’n’roll, blues, country og amerikanskum southern rock. Eg fekk beinanvegin samband við ein av limunum í bólkinum aftaná konsertina, og vit tosaðu um møguleikan fyri eini mini-konsertferð til Føroyar. Hetta samstarvið hevur longu ført til konsert í Listastovuni, og vónandi kann tað víðkast soleiðis, at tey kanska eisini taka ein føroyskan bólk við sær til Estland.


(Mynd: Jonas Gaardlykke Rossum)
 

Sölvi Símonarson leggur afturat, at okkurt annað útlendskt navn er møguliga eisini í stoypiskeiðini, men leiðin gongur aftur til Iceland Airwaves í november, so hvør veit, hvat spyrst burturúr tí til næsta ár. 

 

Hvat: South of Savoy
Hvar: Listastovan, Miðvági
Nær: Leygarkvøldið kl. 20.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168