Broytingar í sjónvarpsskránni í kvøld

Um KVFTíðindi
Broytingar í sjónvarpsskránni í kvøld
Sjónvarpið vísir fótbóltsdystin millum Føroyar og Kroatia í kvøld. Broytingar eru tí gjørdar í sjónvarpsskránni
 
05-09-2025

Av tí at fótbóltsdysturin á Tórsvølli byrjar klokkan 19.45 í kvøld, má Gekkurin flytast. Dagur og vika eru sum vant klokkan 19, síðani kemur veðrið frá føroysku Veðurstovuni, men tá vit vanliga spæla Gekk, fara vit í staðin at senda oman á Tórsvøll.

Væntandi er dysturin og fótbóltsprátið aftaná liðugt klokkan 22, og tá er Gekkurin á skránni.

Seinastu vikurnar hevur sjónvarpið sent satirurøðina $elfie áðrenn Gekkin. Orsakað av fótbóltinum er seinasti parturin av $elfie útsettur til klokkan 22.40 í kvøld. Um tú ikki vilt bíða heilt til tá, er parturin tøkur á KVF Sjón longu nú.

Skráin í kvøld:

Kl. 19.00: Dagur og vika
Kl. 19.20: Veðrið
Kl. 19.25: Fótbóltur: Undansending
Kl. 19.45: Føroyar - Kroatia
Kl. 22.00: Gekkur
Kl. 22.40: $elfie (4:4)
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817

Um kvf css