Føroyingar iðraðu seg um tepurt tap ímót kroatum

Føroyingar iðraðu seg um tepurt tap ímót kroatum
Andrej Kramaric avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Kroatia, og eftir 90 minuttir kundu teir fegnast, meðan føroyingarnir iðraðu seg um at standa við ongum eftir gott avrik
Mattias Lamhauge takkaði fyri álitið frá venjaranum við fleiri flottum bjargingum ímóti kroatunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.09.2025 - 21:59

Stórliðið Kroatia við fór avstað við sigrinum á Tórsvølli fríggjakvøldið, men tað sigur ikki so lítið, at føroysku spælararnir iðraðu seg um at standa við ongum eftir 90 harðar minuttir.

Andrej Kramaric avgjørdi dystin fyri kroatar, men um hepni var við føroyingunum, kundi tað skjótt verið Hanus Sørensen ella onkur annar í hvítum. So hevði alt verið ordiliga stuttligt - tað gjørdist tað ikki - men okkurt bendir á at stóra úrslitið, sum landsliðsvenjarin leingist eftir, nærkast.

 

Hanus fekk kjansirnar

Stóra kroatiska stjørnan Luka Modric byrjaði ikki inni, og miðvallarsnillingurin úr AC Milan mátti halda fyri eyguni á beinkinum, tá hann sá Árna Frederiksberg spæla Hanus Sørensen púra leysan.

Temjingin var framúr, men Dominik Livakovic bjargaði skotinum, tá Hanus Sørensen royndi seg lágt við vinstra beini. Livakovic var aftur til reiðar beint eftir, tá Brandur H. Olsen royndi seg útfrá eftir langt innkast.

Føroyska ferðin hasaði tó av, og kroatar tóku yvir við smálspælinum kring brotsteiginum. Mattias H. Lamhauge, sum fekk kjansin frá byrjan, mátti vera árvakin og bjargaði tveimum skallarum fyrsta korterið. 

Tað sá eitt sindur vónleyst út, men heimaliðið lúrdi alsamt upp á skjótu mótálopini, og Jóannes Kalsø Danielsen og Meinhard E. Olsen skaptu enn ein stóran kjans úr høgru síðu til Hanus Sørensen, sum skeyt framvið av brotsteigarmarkinum.

Árni Frederiksberg sendi eisini eitt sera vandamikið fríspark innfyri, men Jákup B. Andreasen fekk ikki snaraðbóltin ímóti málinum við handaru stong.

 

Revsaðir fyri misnýttu kjansirnar

Tá góður hálvur tími var spældur, vóru føroyingarnir revsaðir fyri brendu málmøguleikarnir. Kroatar bjóðaðu av í vinstru, og Kristijan Jakic fekk snarað bóltin væl innfyri úr høgru síðu. Ante Budimir fekk longt bóltin við nærru stong, og við handaru stong skallaði fyrrverandi Leicester-framherjin Andrej Kramaric bóltin í netið úr stuttari frástøðu. 

Tað, ið eftir var av hálvleikinum, stóð føroyska liðið væl í verjustøðu, og hóast tað viðhvørt stóð á, fingu teir hvítu altíð okkurt fyri mongu kroatisku royndirnar, sum tískil ikki gjørdust so øgiliga vandamiklar.

 


Andrej Kramaric fegnast eftir avgerandi málið í dystinum millum Føroyar og Kroatia á Tórsvølli. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jóan Símun metmaður - Gezá Dávid Turi fyrsta dyst

Føroyar svaraðu aftur eftir steðgin. Heimaliðið mentist fyri hvønn minutt, meðan sjálvt ikki Luka Modric, sum kom inn, tá 65. minuttir vóru spældir, fekk spælið hjá kroatum at glíða. 

Bólturin var nógv á føroyskum fótum, men ilt var kortini at spæla seg til teir stóru kjansirnar, hóast fleiri hálvvandamiklar støður javnt og samt stungu seg upp. 

Fyri føroyskan fótbólt vóru kortini tvær løtur, sum koma í søgubøkurnar. Tá Jóan Símun Edmundsson var sendur á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, kom toftamaðurin upp á 95 landsdystir, og eigur nú dystarmetið saman við Fróða Benjaminsen, sum í nógv árvar drúgvur á føroyska miðvøllinum.

Løtu seinni kom Gezá Dávid Turi á vøllin fyri fyrstu ferð við Merkinum á bringuni. Grimsby-miðvallarin, sum er føddur í Ungarn, men kom til Føroyar sum smádrongur, fekk endiliga dreingjadreymin uppfyltan. 

 

Einki afturfyri stríðið

Tey mongu, sum vónaðu, at Føroyar fóru at trýsta seinastu minuttirnar, máttu í staðin síggja Mattias H. Lamhauge vísa, hví venjararnir høvdu givið honum álit í málinum. Hann bjargaði fleiri ferðir, áðrenn Jóan Símun Edmundsson næstan slapp ígjøgnum í allarseinastu løtu.

Tað gekk ikki, og tað kunnu føroysku spælararnir iðra seg um. Teir kunnu vera ernir av sínum avrikið. Kroatar gjørdu tað, sum teir skuldu. Teir fingu stigini, men fingu tey ikki ókeypis.

 

Føroyar - Kroatia, 0-1 (0-1)

0-1 Andrej Kramaric, 31 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549