SEV byggir eina battaríhøll aftrat á Sundi

SEV byggir eina battaríhøll aftrat á Sundi
Royndirnar í Suðuroynni við battarískipanini hava verið góðar, og nú verður tað sama gjørt norðanfyri við at byggja fleiri bataríhallir um landið
Nýggja høllin á Sundi verður bygd aftrat høllini við battaríi og synkronkompensator, sum var liðug í 2023.
Mynd: SEV  
 
15.09.2025 - 13:34

 Neyðugt er at gera stórar íløgur í battarískipan og synkronkompensatorar, so at vit kunnu gerast hundrað prosent grøn fleiri dagar um árið.

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. 

Í dag hevur SEV skrivað undir sáttmála við byggifelagið Articon, um at byggja eina høll á Sundi, sum er 86 metrar long og góðar 14 metrar breið. Hon skal hýsa einum stórum battaríi og synkronkompensatori. Talan er um eina battaríhøll, sum kemur aftrat høllini, sum var tikin í nýtslu á Sundi í 2023.

 

Hákun Djurhuus.

 

Kostnaðurin verður meira enn 100 miliónir kr. 

Royndirnar í Suðuroynni við battarískipanini hava verið góðar, og nú verður tað sama gjørt norðanfyri við at byggja fleiri bataríhallir um landið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15092025_Hakun_um_battariholl


Høllin á Sundi skal vera liðug umleið 1. juni næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087