Kynslig misnýtsla: Tørvur á tilbúgving til starvsfólk og fakfólk

Kynslig misnýtsla: Tørvur á tilbúgving til starvsfólk og fakfólk
Kanning, sum felagsskapurin KRIS ger, vísir, at kynslig brotsverk eru rættiliga umfatandi í Føroyum
KRIS arbeiðir við at gera eina størri kanning um kynslig brotsverk í Føroyum. (Savnsmynd: KRIS)
 
16.09.2025 - 11:06

- Tørvur er á tilbúgving til starvsfólk, fakfólk og avvarðandi, tá ið onkur verður raktur av kynsligari misnýtslu.

Tað sigur Erling Fles, sálarfrøðingur, við tilknýti til felagsskapin KRIS, sum í hesum døgum hevur 25 ár á baki. 

 

Erling Fles.

 

KRIS er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at geva tí misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang.

KRIS arbeiðir eisini við at gera eina størri kanning um kynslig brotsverk í Føroyum.

Ein undankanning er longu gjørd á netinum, og hon vísir, at kynslig brotsverk eru rættiliga umfatandi í Føroyum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16092025_Erling_Fles

 

Eftir ætlan verður kanningin liðug til várs.

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391