Nú skal skattastigin javnast

Nú skal skattastigin javnast
Við árliga at javna avgjøld og skatt, fær politiska skipanin meira orku til at loysa aðrar týdningarmiklar avbjóðingar, sigur Fíggjarmálaráðið
Stóra framgongdin í búskapinum ger, at stigvaksandi stigini í inntøkuskattinum og avgjøld, sum eru krónur fyri hvørja eind, fylgja ikki við, tá prísirnir í samfelagnum vaksa, sigur Fíggjarmálaráðið. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2025 - 08:33

Samgongan ætlar at javna skattastigan. 

Uppskot er gjørt um tað.

Stóra framgongdin í búskapinum ger, at stigvaksandi stigini í inntøkuskattinum og avgjøld, sum eru krónur fyri hvørja eind, fylgja ikki við, tá prísirnir í samfelagnum vaksa, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Veruligi skatturin broytist, uttan at løgtingið hevur avgjørt tað. 

Við árliga at javna avgjøld og skatt, fær politiska skipanin meira orku til at loysa aðrar týdningarmiklar avbjóðingar.

Ætlanin er hvørt ár at lýsa lønarvísital og avgjaldsvísital.

 

Lønar- og avgjaldsvísitøl

Lønarvísitalið er 100 fyri 2025 og verður síðani stillað við vøkstrinum í miðinntøkuni tvey ár frammanundan.

Avgjaldsvísitalið er eisini 100 fyri 2025 og veksur árliga tvey prosent, sum er málið fyri prísvøkstur hjá evropeiska miðbankanum. 

Um avgjøld hækka tvey prosent og skattastigini trý prosent, er ávirkanin átta milliónir krónur um árið, sigur Fíggjarmálaráðið.

Avgjøld hækka 10 mió. kr.

Barnafrádrátturin verður tríggjar milliónir størri.

Inntøkuskatturin minkar 15 mió. kr. um árið, harav eru tríggjar milliónir í kommunuskattinum. 

Les uppskotið, sum er sent til ummælis, her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117