Dronur yvir Aalborg

Dronur yvir Aalborg
Loftrúmið yvir Aalborg er stongt í løtuni, orsakað av óheimilaðari dronuflúgving. Løgreglan í Norðurjútlandi heldur í løtuni tíðindafund, og sigur, at tey onki vita at siga
Danska løgreglan hevur tíðindafund júst nú
Mynd: DR.DK  
 
24.09.2025 - 23:36

TÍÐINDAFUNDUR HER:

Loftrúmið yvir Aalborg er stongt í løtuni, orsakað av óheimilaðari dronuflúgving. Løgreglan í Norðurjútlandi heldur í løtuni tíðindafund, og sigur, at tey onki vita at siga um, hvussu stórar dronurnar eru, ella hvar dronuførararnir eru staddir.

  • Um tað er trygdarliga forsvarligt, er ein møguleiki, at vit taka dronurnar niður, sigur politiovastin í Nordjyllands Politi, Jesper Bøjgaard við danska TV2.

Løgreglan metir ikki, at ferðafólk, sum eru stødd á flogvøllinum ella fólk, ið búgva nærhendis eru í vanda.

Fimm flogfør hava fingið boð um at broyta kós, og heldur lenda aðrastaðni. Hesi eru tvey SAS-flogfør, tvey Norwegian og eitt KLM-flogfar. Hetta váttar Aalborg Lufthavn fyri TV2.

Vita lítið
​​​​​​​Hvussu stórar dronurnar eru, ella hvør stýrir teimum, vita myndugleikarnir onki at siga um í løtuni.

Nógv løgreglufólk eru á flogvøllinum, og fólk, ið hava sæð okkurt, verða biðin um at siga løgregluni frá.

Løgregluovastin segði við TV2, at mett verður ikki, at ferðafólk, ið eru stødd á flogvøllinum, ella fólk, ið búgva nærhendis eru í vanda.

Í løtuni hevur Ríkisløgreglan tíðindafund, og Thorkild Fogde, ríkispolitiovasti, sigur við miðlarnar, at dronuflúgvingin líkist tí, sum gekk fyri seg í Keypmannahavn týskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083