KÍ vil aftur á toppin – HB stríðist við skaðar

KÍ vil aftur á toppin – HB stríðist við skaðar
Steypafinalan hjá kvinnum í fótbólti verður leygarkvøldið. KÍ og Sanna Svarvadal átaka sær leiklutin sum favorittur. Í HB eru profilar ivasamir, men venjarin trýr uppá tað
Sanna Svarvadal og KÍ eru til reiðar til steypafinaluna
Mynd: Skýggjamynd KVF  
 
25.09.2025 - 15:10

Leygarkvøldið klokkan 19.00 verður steypafinalan hjá kvinnum á Tórsvølli. Finalan er millum favorittarnar úr KÍ og avbjóðarnar úr HB. KÍ vann einki í fjør, men í ár sikta tær eftir greipuni. HB vann eitt sindur óvæntað á NSÍ í fjórðingsfinaluni,og hevur vunnið seg í fyrstu finaluna síðani 2022.

 

KÍ hevur góð kort á hondini

Í Klaksvík er tað við at blíva gerandisdagur aftur. Í tvey ár hevur KÍ verið við undirlutan í steypafótbólti. NSÍ vann steypafinaluna í bæði 2023 og 2024. Í 2023 ímóti júst KÍ, meðan sigursvanda kvinnuliðið úr norðoyggjum als ikki kom í finaluna í fjør. Eitt ár, har NSÍ eisini vann meistaraheitið.

- Eg haldi, at vinnaramentanin bleiv vekk eina løtu, men nú er hon aftur, sigur Sanna Svarvadal, liðskipari hjá KÍ.

KÍ er aftur á toppinum. Bæði í lands- og steypakappingini, men tær eru ikki komnar á mál enn. Fyrst skal KÍ vinna á HB. Nakað, sum tær gjørdu so seint sum sunnudagin. Tá vann KÍ 4-1 á HB í landskappingini. Hóast tað ljóðar sum ein tryggur sigur, bleiv dysturin ikki avgjørdur fyrr enn í teimum seinastu tíggju minuttunum, men í KÍ ræðast tey ikki leiklutin sum favorittur.

- Tað er ikki ein óvanlig støða hjá okkum. Vit hava roynt hetta fyrr, og vit hava ein royndan hóp. Vit skulu bara fyrireika okkum so væl, sum vit kunnu, sigur Sanna Svarvadal við FSF-Varpið.

KÍ hevði allar spælarar tøkar til dystin sunnudagin. Tær fingu eina misjavna byrjan upp á kappingarárið, men KÍ hevur vunnið seks av sjey dystum í endaspælinum. Tær taptu móti HB í grundspælinum, men í endaspælinum er tað blivið til tríggjar sigrar til KÍ í innanhýsis dystunum.

- Eg haldi, at vit hava gott tamarhald á HB, men tær hava eitt ágangandi lið, sum kann avgera dystir. Vit skulu fáa okkara góða álopsspæl at rigga, og vit skulu hava tamarhald á fjáltri og øðrum, sum kann gera seg galdandi í eini steypafinalu, sigur liðskiparin hjá KÍ.

KÍ hevur vunnið 1-0, 4-0 og 4-1 á HB í endaspælinum, sum byrjaði eftir summarsteðgin.

 

Mynd: HB/Facebook

 

HB stríðist við skaðar

Í HB gleðast tey um, at felagið aftur er í steypafinaluni. Tað er fyrstu ferð síðani 2022. Tá vann KÍ 2-1 á júst HB. Seinasti steypasigurin kom í 2019. Tað hevur sett sín dám á fyrireikingarnar hjá HB, at fýra spælarar eru ivasamir.

- Vit spæla seinasta dyst móti KÍ uttan Gunnvá Lützen, Sunnivu Willemoes og Fridrikku Clementsen. Tær hava pínuskaðar, sum vit eftirmeta fram til leygardagin. Tá taka vit støðu til, um tær kunnu spæla, sigur Lukasz Cieslewicz, venjari hjá HB.

Jakobina Bergsdóttir, sum skifti til HB í summar, kann ikki spæla, tí hon hevur umboðað Skála í steypakappingini fyrr í ár. Eisini hevur Leona Djurhuus sitið uttanfyri við skaða í longri tíð. Tað er ein møguleiki fyri, at hon fær eitt pláss á bonkinum. Hóast avbjóðingar sær Lukasz Cieslewicz møguleikar.

- Vit hava ein kjans. KÍ er favorittur, men vit trúgva upp á tað. Vit hava júst spælt móti teimum. Vit kunnu vænta ein líknandi dyst. Tær hava bóltin meira, meðan vit skulu revsa tær. Vit mugu tillaga spælið, eftir hvør er við, men vit síggja møguleikar at revsa KÍ, sigur venjarin hjá HB og leggur afturat:

- Vit sóu sunnudagin, at vit høvdu fleiri møguleikar at fara í skjótálop, men avleveringar og nertingar hjá okkum vóru ikki góðar. Vit skulu eisini hava tol í røttu støðunum og halda upp á bóltin.

Hann heldur eisini fyri, at hetta sjálvandi kann blíva ein taktiskur dystur, tí so nógv stendur upp á spæl. Lukasz Cieslewicz sigur, at liðið hjá KÍ er væl fyri kropsliga og má ikki sleppa til ov nógv innlegg. Tí skal HB ikki enda afturi í egnum brotsteigi og bara verja.

- Vit kunnu brúka sum motivatión, at vit hava vunnið á KÍ í ár. Vit hava spælt tveir góðar dystir í Havn móti KÍ, og vónandi kunnu vit eisini tað leygarkvøldið, sigur Lukasz Cieslewicz at enda.

HB vann í apríl mánaði 3-2 á KÍ í Gundadali. Steypafinalan millum KÍ og HB verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Sunnudag 4. januar
Guðstænasta í Christianskirkjuni
202218
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150