Sambandsflokkurin: Hetta hendir ikki aftur

Sambandsflokkurin: Hetta hendir ikki aftur
Niðurstøðan frá fundinum við forfólkini í lokalfeløgunum er, at í framtíðini skal undirtøka vera í tingmanningini, um ein limur skal vera við at leggja uppskot fram.
Bárður á Steig Nielsen (th.) og Helgi Abrahamsen (tv.)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.09.2025 - 20:45

Í framtíðini skal undirtøka vera í tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, um ein av tinglimunum skal vera við til at stilla eitt uppskot fram. Tað er niðurstøðan eftir fundin við forfólkini í lokalfeløgunum í kvøld, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Tað vil siga, at ein meiriluti av tingmanningini skal taka undir við, at tinglimur fyri sambandsflokkin er uppskotsstillari. Tað hevur tó onga ávirkan á verandi støðu, har Eyðdis Hartmann Niclasen, saman við tingfólkum frá samgonguni, hevur lagt uppskotið um fría fosturtøku fram. Enn er eisini semja um, at tað stendur tingfólkum hjá Sambandsflokkinum frítt at atkvøða í etiskum málum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334