Brúka 83 milliónir minni til íløgur næsta ár

Brúka 83 milliónir minni til íløgur næsta ár
Inntøkurnar frá alivinnuni í 2026 verða 180 milliónir kr. minni enn mett, og landsstýrisfólkini spara tilsamans 55 milliónir kr. á sínum øki í 2026
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevði tíðindafund í Smæruni um fíggjarlógaruppskotið, eftir at tað var lagt fyri tingið í morgun.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2025 - 13:55

Fíggjarlógin næsta ár fer at hava 173 milliónir kr. í halli.

Tað metir landsstýrið.

Tá játtanarkarmarnir, sum eru grundarlagið undir fíggjarlógini, vóru í tinginum í var, var sagt, at hallið fór at verða 252 milliónir krónur, men nú sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at hallið verður 173 milliónir krónur.

Landsstýrið sparir millum annað við at nýta færri pengar til íløgur.

Íløgurnar næsta ár vera 567 milliónir krónur. Tað eru 83 milliónir krónur minni enn íløgukarmurin í vár, sum var 650 milliónir.

Á summum økjum verður peningur, sum er støðlaður til íløgur, heldur ikki brúktur næsta ár.

Inntøkurnar frá alivinnuni verða nógv minni enn mett, 180 milliónir kr., men landsstýrisfólkini spara tilsamans 55 millónir á sinum málsøkjum. 

Hoyr innslag og samrøðu við Ruth Vang, landsstýriskvinnu, í útvarpstíðindunum: 

 

30092025_Ruth_og_figgjarlog


 

Hoyr samrøðu, sum John Johannessen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, um fíggjarlógaruppskotið:

 

30092025_Bardur_um_figgjarlog
 

Bárður á Steig Nielsen.
 

Fíggjarlógaruppskotið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493